21-12-2020 - 10:00

Rentuhækking hevur størsta ávirkan á tey, ið hava stóra skuld

Seinastu árini hava renturnar verið støðugt lækkandi, ið hevur gjørt tað bíligari at lána. Men rentustøðið kann hækka aftur. Økt renta merkir øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og onnur nýtslulán, og rentuhækkingar kunnu harafturat elva til lægri prísir á sethúsamarknaðinum.

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Ein rentuhækking ávirkar ogn og skuld ymiskt, tí meðan ein rentuhækking økir avkastið av eftirlønaruppsparingini og harvið nettoognina í langa høpinum, lækkar rentuhækkingin tøku inntøkuna í stutta høpinum. Tað kemur av at ein økt renta merkir øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og onnur nýtslulán. Sostatt vil ein rentuhækking fyrst og fremst hava eina neiliga ávirkan á tøku inntøkuna hjá húskjunum. Rentuhækkingar kunnu harafturat elva til lægri prísir á sethúsamarknaðinum, sum minkar um frívirðið, ið kann ávirka nýtsluatferðina hjá húskjunum neiliga.

Seinastu árini hava renturnar verið støðugt lækkandi, ið hevur gjørt tað bíligari at lána, men renturnar kunnu hækka aftur. Skuldi rentan hækka hevur tað størsta ávirkan á tey, ið hava stóra skuld í mun til sína inntøku (høgt skuldarlutfall). Fellur rentuhækkingin saman við eini verri gongd í búskapinum, har eitt nú sethúsaprísirnir lækka ella arbeiðsloysið veksur, er vandi fyri at summi húskir kunnu gerast ógjaldfør, tí rentur og avdráttir skulu gjaldast, uttan mun til, hvussu fíggjarstøðan er hjá tí einstaka húskinum.

Hava nógv føroysk húskir eitt høgt skuldarlutfall uttan aðra ogn ella uppsparing at forsvara høga skuldarlutfallið við, kann tað gerast ein váði fyri fíggjarliga støðufestið, um broytingar í rentustøði ella búskapargongd føra til størri tap í peningastovnunum.

Lítið bendir í løtuni á, at húskir við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Men hóast tað ikki er ein váði fyri peningastovnarnir, at summi húskir hava høgt skuldarlutfall, kann tað verða av stórum týdningi fyri einstaka húskið, um mánaðarligu lániútreiðslurnar brádliga gerast ov stórar. 

Les meira her, og um ogn og skuld hjá føroyskum húskjum og, hvussu skuldin er býtt her.