Váðaráðið

Føroya Váðaráð er skipað við 5 limum og 5 varalimum. Ráðslimirnir eru valdir í fýra ár í senn og kunnu í mesta lagi verða valdir tríggjar ferðir. Løgmaður velur limir og varalimir í ráðið eftir tilmælum frá myndugleikum, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Váðaráðið verður sett soleiðis:

- Landsbanki Føroya tilmælir 2 limir. Annar skal vera landsbankastjórin, sum virkar sum formaður/forkvinna. Hitt umboðið skal vera serfrøðingur í fíggjarligum støðufesti.
- Búskaparráðið tilmælir 1 lim, ið skal vera óheftur serfrøðingur við servitan í fíggjarligum støðufesti, og
- Landsstýrimaðurin tilmælir 2 limir við servitan umboðandi útinnandi valdið á økinum.

Fyri óheftu serfrøðingarnar er galdandi, at teir skulu vera óheftir. Tað merkir, at teir ikki eru partur av tí fíggjarkervi, sum Føroya Váðaráð eygleiðir. Eisini skulu serfrøðingarnir hava innlit í fíggjarkervið og samanspælið millum makrobúskaparligu gongdina og fíggjargeiran.

Limir í Føroya Váðaráði eru:

- Malan Johansen, landsbankastjóri, forkvinna
- Torben Magnus Andersen, professari, Århus Universitet
- Bjørn Rúnar Gudmundsson, skrivstovustjóri, Hagstova Íslands
- Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi, Umhvøris- og Vinnumálaraðið og
- Jógvan Thomsen, stjóri, Vinnustovnurin.

Føroya Váðaráð kemur saman til fund minst einaferð hvønn ársfjórðing.