Skuld

Grein 13 í lógini um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð sigur, at Landsbankin fyrisitir landsins lántøku eftir ásetingum frá nevndini. Landsins lántøka skal vera til marknaðarkor.

Um skuldin verður økt skal løgtingið geva loyvi til tess. Hinvegin er ein standandi heimild í Løgtinglóg nr. 116 frá 20. desember 1991 um lántøku til landskassan og umleggingin av landskassalánum, at endurfíggja lán upp til 1 ár, áðrenn tey fella til gjaldingar.