Nevnd

Nevndin er skipað við 5. Nevndarlimir eru valdir í eitt trý ára tíðarskeið í senn og kunnu í mesta lagi veljast fýra ferðir.

Í minsta lagi tríggir nevndarlimir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni. Nevndarlimirnir skulu hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av økjunum: búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, føroyskt vinnulív og skulu eisini hava innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur nevndarlimirnar eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Landsstýrismaðurin velur formannin.

Nevndarlimir

Fróði Magnussen

Fróði Magnussen, formaður. Fróði er stjóri í tøknifyritøkuni Formula. Við síðuna av stjórastarvinum undirvísir hann í búskapar- og fíggingarfakligum viðurskiftum á HD/bachelor støði á Glasi. Fróði Magnussen hevur sitið í nevndini fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag síðan 2014 og luttekur í ymiskum arbeiðsbólkum undir FAG. Fróði Magnussen er nevndarlimur og fyrrverandi formaður í KT felagnum og røkir eisini nevndarsessir í øðrum fyritøkum. Fróði hevur soleiðis eina samanrenning av teoretiskari og praktiskari vitan um búskapar- og fíggarviðurskifti, bæði í samfelags- og virkisbúskaparligum høpi.

Jan Otto Holm

Jan Otto Holm, nevndar-/ráðslimur. Jan Otto Holm er útbúgvin Cand.merc. innan fígging og roknskap í 1995. Hann hevur arbeitt innan virðisbræva- og fíggjarognarumsiting hjá bankum og tryggingarfeløgum í Føroyum og í Danmark. Í dag hevur Jan Otto sítt egna virki, sum veitir ráðgeving innan fíggjar- og íløguvirðuskifti. Harumframt undirvísir Jan Otto á handilsskúlanum og bankaskúlanum og situr eisini í ymiskum nevndum. Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran, tryggingarvirksemi og búskapin.

Sanna Laksá

Sanna Laksá, nevndar-/ráðslimur. Sanna Laksá hevur PhD (2019) og masterútbúgving (2015) í búskaparfrøði frá University of Liverpool. Síðani lokna útbúgving hevur Sanna starvast sum búskaparráðgevi hjá Varðanum, har hon millum annað fæst við íløgu- og fíggjarviðurskifti. Sanna hevur fleiri ára royndir við privatum og vinnuligum bankavirksemi hjá Eik banka, har hon í tvey ár hevur starvast sum fulltíðarsett og annars sum frítíðaravloysari í árunum 2007 til 2014. Sanna hevur eisini undirvíst í mikrobúskapi, makrobúskapi, game theory og vælferðarbúskapi á University of Liverpool. Sanna hevur tí holla teoretiska búskaparliga vitan umframt praktiska virkisbúskaparliga vitan.  

Helena Andreasen

Helena Andreasen, nevndar-/ráðlimur. Helena Andreasen er útbúgvin cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School í 2017. Helena starvast í dag sum fíggjarstjóri hjá P/F Faroe Ship. Helena hevur royndir frá børsskrásettum fyritøkum, umframt drúgvar royndir innan grannskoðan. Hon hevur arbeitt hjá P/F Atlantic Petroleum sum “financial controller”, áðrenn tað hevur hon arbeitt sum grannskoðari hjá KPMG/SPEKT. Helena hevur sostatt holla vitan um roknskaparliga- og skattliga lógarverkið hjá feløgum og breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Johnny í Grótinum

Johnny í Grótinum, nevndar-/ráðslimur. Johnny í Grótinum er námslektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetur Føroya. Johnny er útbúgvin cand.polit frá Københavns Universitet í 2003. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan leiðslu og virðisbrævaumsiting frá bankum umframt leiðsluroyndir frá almennum stovnum. Johnny hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran og búskapin.