Malan Johansen er útbúgvin Cand merc. Haruframt hevur Malan eina MBs í leiðslu frá Robert Gordon University og diplomprógv í journalistikki. Umframt at vera stjóri Landsbankans er Malan eisini ráðsforkvinna fyri Váðaráðið og stýrisforkvinna fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, bæði sambært lóg.
Jens Erik Magnussen er banka- og merkonomútbúgvin. Eisini hevur hann fleiri diplomskeið í fígging, íløgum og leiðslu.
Ábyrgdarøki: Íløgurøkt og skuldarrøkt.
Helen Højgaard Jacobsen er bankaútbúgvin og hevur eisini tikið HD 2. part í roknskapi.
Ábyrgdarøki: Roknskapur, íløgueftirlit, gjaldførisrøkt við meira.
Kári Petersen er útbúgvin Cand. polit og eisini eina MBA frá City University í London.
Ábyrgarøki: Strategi fyri íløgurøkt og skuld, umframt greiningaruppgávur.
Ester Hansen er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Ábyrgdarøki: Greining og frágreiðingar.
Kristoffur Johannes Hentze er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur hevur Kristoffur, umframt búskaparfrøði, arbeitt nógv við Business Intelligence og við fíggjarskipanini Navision.
Ábyrgdarøki: Hagtøl og ymiskar greiningaruppgávur.
Gunnar Bjarnason er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur hevur Gunnar, arbeitt fleiri ár sum ráðgevi innan datavøruhúsum og innan Business Intelligence.
Ábyrgdarøki: Hagtøl og ymiskar greiningaruppgávur.
Sigrið Simona S. Kalsø er útbúgvin Cand. polit frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Ábyrgdarøki: Búskaparligar greiningar og frágreiðingar fyri Búskaparráðið.