Inngjøld og útgjald
						Inngjøld í grunnin eru:
	- 20% av yvirskotinum hjá landskassanum (RLÚ1) upp til 200 mió. kr. og 50% av yvirskotinum omanfyri 200 mió. kr.
 
	- Inntøkur av einskiljing landsins
 
	- Flytingar av fíggjarlóg landsins
 
	- Inntøkur frá íløgurøkt grunsins (avkast av ognini)
 
	- Tilfeingisinntøkur frá fiskivinnuni
 
	- Tilfeingisinntøkur frá alivinnuni
 
	- Tilfeingisinntøkur frá kolvetnisvirksemi
 
Inntøkurnar frá fiskivinnuni og alivinnuni (punkt 5 og 6) og eru ikki partur av støðisfænum.
Útgjøld úr grunninum:
	- Fiskivinnan: Inntøkur upp til 350 mió. kr. verður útgoldið landskassanum sama ár, meðan inntøkur omanfyri 350 mió. kr. árliga skulu javnast yvir 7 ár. Tað vil siga, at 1/7 partur av upphæddini omanfyri 350 mió. kr. verður útgoldin landskassanum árliga.
 
	- Alivinnan: Inntøkur upp til 250 mió. kr. verður útgoldið landskassanum sama ár, meðan inntøkur omanfyri 250 mió. kr. árliga skulu javnast yvir 7 ár. Tað vil siga, at 1/7 partur av upphæddini omanfyri 250 mió. kr. verður útgoldin landskassanum árliga.
 
	- Inntøkur íløgurøkt grunnsins (punkt 4) verður útgoldið landskassanum, treytað av at:
	
		- støðisfæi í grunninum er í minsta lagi 10% av BTÚ og treytað av at
 
		- miðal úrslitið av íløgurøktini fimm tey seinastu árini, sum tað samanlagt gevur avlop.
 
	
	 
	- Er støðisfæi í grunninum 2/3 av minstagjaldførinum landskassans, skal upphæddin omanfyri tað brúkast til at rinda niður skuld, tá lánsbrøv landskassans fella til gjaldingar. Minstagjaldførið landskassans er í 2025 3.975 mia. kr. Upphæddin í grunninum skal tí vera omanfyri 2,7 mia. kr., áðrenn peningur kann brúkast til at niður rinda skuld. Minstagjaldføri landskassans er 15% av BTÚ, og veksur tí so hvørt BTÚ veksur.