30.08.2022 - 14:00

Hósdagin leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Framløgan verður í Aulini í Finsen í Havn hósmorgunin 1. september klokkan 10.00

Limir í Búskaparráðnum eru:

Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði
Helena Andreasen, cand. merc.aud
Johnny í Grótinum, cand. polit.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.