Miðalrentan av skuld landskassans var við ársenda 2025 3,1%. Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, minkaði nógv frá 2011 til 2021. Síðani 2022, tá tjóðbankarnir byrjaðu at seta rentuna upp er miðalrentan hækka aftur, og miðalrentan er í 2025 beint omanfyri miðalrentuna í 2011.
Mynd 1 vísir miðalrentuna, sum landskassin søguliga hevur rindað av lánsbrævaskuldini. Í 2025 rindaði landskassin í miðal 3,1% í rentu. Samanborið við miðalrentur síðani 2011 er hetta ein lutfalsliga høg renta. Á myndini sæst, at miðalrentan sum heild er hækkað síðani 2021. Hetta er ein avleiðing av, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu árini, serliga í kjalarvørrinum á høgu inflatiónini, sum var í 2022.
Mynd 1 - Lánsbrævaskuld: Miðal renta við ársenda

Í juni 2025 rindaði landskassin aftur eitt lán á 1,645 mia. kr. Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Tí hevur landsstýrið longu 1. juli 2024 tikið eitt 15-ára standandi lán á 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 1. juli 2039. Effektiva rentan á hesum láni er 3,624%. Aftur 10. januar í 2025 tók landsstýrið eitt 15-ára standandi lán við at hækka lánið, sum var tikið í juli 2024 við 350 mió. kr. Hetta seinna lánið hevur eina effektiva rentu á 3,55%.
Eftir at fíggja var 395 mió. kr. (1.645 mió. kr. - 1.250 mió. kr.). Í mai 2025 tók landsstýrið tí eitt 3-ára lán á 1,320 mia. kr. til eina effektiva rentu á 2,419%. Umframt at 395 mió. kr. fóru til endurfígging, so er lánið partvíst nýtt til at tryggja, at gjaldførið hjá landskassanum var omanfyri minstagjaldførið, umframt at fíggja hall á fíggjarlógini.
Nettoskuld landskassans við ársenda 2025 var 200 mió. kr. Marknaðarvirðið av lánsbrævaskuldini var 5,0 mia. kr., meðan gjaldførið við árslok 2025 var 4,8 mia. kr.
Skuldin hjá landskassanum er sett saman av fimm lánsbrævarøðum, sí talvu 1. Lánið á 900 mió. kr. skal rindast aftur í juni í ár og Landsbankin fyrireikar nú lántøku, til endurfíggjan av hesum láni.
Landsbankin umsitur lánsbrævaskuldina hjá landskassanum, sum er tann beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum. Tað er tó eisini onnur skuld, sum landskassin óbeinleiðis er eksponeraður fyri. Eitt nú skuldin hjá kommununum og skuldin hjá tunnilsfeløgunum. Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í skuldina omanfyri.
Talva 1 - Lánsbrævalán landskassans
