20.10.2026 - 10:00

Fíggjarstøðan hjá vinnuni er ikki versnað

Landsbankin biður hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um broytingar í eitt nú eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum kundum.

Sambært útlánskanningini høvdu bankarnir væntanir um, at fíggjarstøðan hjá vinnukundunum fór at versna í triðja ársfjórðingi 2026 orsakað av rentuhækking, men hon vísti seg tó at vera óbroytt í 3. ársfjórðingi 2026 (stabbin er null). Bankarnir vænta fíggjarstøðuna hjá vinnukundunum somuleiðis verða óbroytta í 4 ársfjórðingi 2026, sí  mynd 1. Stabbarnir í myndini vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera í inniverandi ársfjórðingi, og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi.

Eftirspurningurin frá verandi vinnukundum eftir fígging vaks í bæði fyrsta og øðrum ársfjórðingi 2026, sí mynd 2. Eftirspurningurin eftir fígging frá verandi vinnukundum er ikki øktur í triðja ársfjórðingi (stabbin er null). Bankarnir vænta heldur ikki nakran øktan eftirspurning eftir fígging í fjórða ársfjórðingi 2026 (prikkurin er null í 4 ársfjórðingi) í mynd 2.

Mynd 1

Mynd 2

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.