Sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum er síðani 2018 øktir skjótari enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum.
Í fyrra hálvári 2026 var vøksturin í reala sethúsaprísinum í miðstaðarøkinum um 6% samanborið við sethúsaprísinum í 2025. Reali sethúsaprísurin er vanligi sethúsaprísurin frároknað prísvøksturin í samfelagnum sum heild (inflatiónini). Miðalprísurin fyri sethúsini er øktur við 7% í fyrra hálvári 2026 samanborið við árið 2025 í miðstaðarøkinum, og miðal broytingin í brúkaraprístalinum var um 1 prosentstig í miðal fyri fyrsta og annan ársfjórðing 2026.
Inntøkurnar hjá fólki eru ikki øktar eins nógv sum sethúsaprísirnir seinastu 10 árini, sí mynd 1. Lága útboðið av sethúsum samanborið við stóra eftirspurninginum er høvuðsorsøkin til prísvøksturin á sethúsamarknaðinum.
Í stutta høpinum kunnu dýrkaðir byggikostnaðir, inflatión, rentuhækkingar og vantandi útstykkingar vera orsøkir til, at tað ikki verða bygdir nóg nógvir bústaðir í mun til vøksturin í eftirspurninginum.
Eftirspurningurin eftir bústøðum er í langa høpinum hinvegin treytaður av bygnaðarligum broytingum. Tað er fyrst og fremst fólkavøksturin, men eisini at fólk í størri mun enn áður liva sum støk ella stakir uppihaldarar, ið hevur økt um eftirspurningin eftir bústøðum og sostatt trýst sethúsaprísirnar upp.
Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.