13.10.2026 - 10:00

Samlaðu útlánini vóru 74% av BTÚ í 2025

Undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 øktust útlánini munandi skjótari enn búskapurin vaks. Lutfallið millum útlán og BTÚ er tí eitt lyklatal, sum Landsbankin heldur eyga við. Í 2025 vóru útlánini 74% av BTÚ, sí mynd 1.

Útlánini eru stórt sæð síðani fíggjarkreppuna ikki økt skjótari, enn búskapurin. Hetta kann partvíst skyldast, at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging ikki er stórur, og partvíst tí bankarnir leggja kapital til síðis fyri at uppfylla kapitalkrøvini, ið eru herd síðani fíggjarkreppuna í 2008. 

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.