04.05.2022 - 12:00

Gjaldsjavnaavlopini í miðal 1,9 mia. kr. síðstu árini

Frá 2015 til 2020 hevur gjaldsjavnaavlopið ligið millum 1,2 mia. kr. heilt upp í 2,9 mia. kr. Í miðal hevur avlopið hesi árini verið 1,9 mia. kr. Føroyar hava havt yvirskot á gjaldsjavnanum líka síðani 2010,  undantikið í 2012.

Talvan niðanfyri vísir gjaldsjavnan og nettoogn føroyinga uttanlands. Umframt gjaldingar fyri vørur (handilsjavnin) eru gjaldingar fyri tænastur (tænastujavnin) eisini partur av gjaldsjavnanum. Harafturat koma lønargjaldingar til føroyingar sum arbeiða í útlondum og lønargjaldingar úr Føroyum til útlendska arbeiðsmegi, sum arbeiðir í Føroyum. Eisini eru gjaldingar fyri avkast av føroyskum íløgum í útlondum, og somuleiðis útlendskum íløgum í Føroyum, umframt rakstrarflytingar, sum ikki eru lønir ella avkast av ognum, men til dømis ríkisveitingin úr Danmark.

Tvær orsøkir eru til, at Føroyar hava havt varandi avlop á gjaldsjavnanum. Tann fyrra er, at eftirlønar-uppsparingin er økt nógv tey seinastu árini. Í 2012 vóru árligu inngjøldini til eftirløn góðar 500 mió. kr. Í 2021 vóru tey um 1,1 mia. kr. Eftirlønaruppsparingin fer í stóran mun í fíggjarstovnar, ið síðani seta hana í virðisbrøv, sum í stóran mun eru útlendsk. 

Hin orsøkin er, at fleiri stórar føroysku fyritøkur hava havt stór yvirskot seinnu árini. Í tann mun, at hesi yvirskot ikki verða brúkt til íløgur; men verða settar í virðisbrævaíløgur, ella til bankainnlán, har bankin setir eykagjaldførið í virðisbrøv, so verður hetta til eina veksandi nettoogn mótvegis útlandinum.

Hóast gjaldsjavnayvirskotini hava verið stór síðstu árini, 10,2 mia. kr. frá 2015 til 2019, er nettoognin bert vaksin við 4,8 mia. kr. Orsøkin er, at virðisbroytingar á kapitalpostunum eisini ávirka nettoognina. Serliga sæst, at stórar broytingar henda í virðinum hjá partabrøvum ár um ár. Partabrøvini eru í stóran mun partabrævaíløgur hjá føroyskum pensjónsfeløgum í útlondum, men eisini, at íleggjarar í útlondum eiga í føroyskum fyritøkum. Hækka partabrøvini í virði, sum føroysk pensjónsfeløg eiga í útlondum, so økist føroyska nettoognin í útlondum. Um virðið á einum føroyskum felagi, sum útlendingar eiga part av, hækkar í virði, so veksur virðið, sum útlendingar eiga í Føroyum, og føroyska nettoognin minkar.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.