03.03.2022 - 09:00

Búskapurin er í framgongd, men útlitini eru óviss

Vøksturin í BTÚ er mettur til at vera 8,2% í 2021. Vøkstur er eisini mettur at verða í 2022 og 2023. Støðan er sera óviss í løtuni vegna stríðið millum Russland og Ukraina, sum kemur at ávirka heimsbúskapin og harvið eisini føroyska búskapin. Hóast føroyski búskapurin er í framgongd, hevur hann fleiri bygnaðarligar avbjóðingar fyri framman.

Búskapurin framvegis í framgongd

Bæði lønargjaldingarnar og løntakaratalið settu met í desember 2021 og komu upp um støðið, áðrenn korona rakti Føroyar. Arbeiðsloysið hevur rakt lága støðið undan koronu, og í 2021 setti vøruútflutningurin met, ið alt samalt bendir á, at føroyski búskapurin framvegis er í framgongd. Á sumri 2021 vendi gongdin í ferðavinnuni og virksemið var so mikið stórt, at størsta avbjóðingin í ferðavinnuni var at skaffa neyðugu arbeiðsmegina. Átrokandi tørvurin á arbeiðsmegi er tó stórt sæð longu loystur við nýggju Fast Track skipanini, ið hevur gjørt tað munandi lættari at fáa fatur á bæði faklærdari og ófaklærdari arbeiðsmegi úr triðjalondum.

Kostnaðir til rakstur og flutning eru tó øktir nógv seinasta árið, og tað hevur minkað um lønsemið hjá útflutningsvinnuni, eins og tað hevur elvt til dýrkaðar verkætlanir í byggivinnuni og øktar útreiðslur hjá húsarhaldunum. Húsarhaldini hava tó varðveitt bjartskygnið, og privata vinnan boðar frá øktum tali av bíleggingum, umsetningi og virksemi frameftir. Útflutningurin í ár fer hinvegin at vera merktur av millum annað vantandi semju við bretar um makrelfiskiskap, umframt lægri kvotum á bæði uppsjóvarfiski og av botnfiski í Barentshavinum. Útflutningurin fer somuleiðis at verða ávirkaður av, at veiðan av toski og upsa ikki væntast at fara at roynast væl á heimaleiðunum í ár. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hevur Búskaparráðið í samstarv við Hagstovu Føroya mett til at verða 8,2% í 2021, 3,3% í 2022 og 2,4% í 2023. 

Eiga at stremba eftir burðardygd í tilfeingisvinnunum

Politiska skipanin er farin inn aftur á gamlar slóðir, sum vit frá gomlum royndum vita ikki er haldbart, við at veita stuðul til heimaflotan. Makrelkvotur verða latnar skipum, sum ikki eru útgjørd til at fiska makrel og slíkar skipanir eru almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum. Tað bæði fastheldur arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu og elvir íløgukapital til at leita sær til vinnur, sum eru kunstiga lønsamar. Harumframt eigur at verða rindað tilfeingisgjald afturfyri alt tilfeingið av makreli. Í verandi løtu fer tilfeingisgjald, ið átti at fallið landinum í lut, ístaðin til eyka stál og óeffektiva framleiðslu tá makrelkvotur vera latnar skipum, ið ikki eru útgjørd til at fiska makrel. 

Heimaflotin er komin til eitt markamót, har tað er neyðugt at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, soleiðis at tilfeingisrenta verður í flotanum. Verandi skipan við fiskidøgum, har talið av fiskidøgum einans kann flytast 5% hvønn vegin, er ikki nóg munadygg. Búskaparráðið mælir tískil til, at óbrúktu dagarnir verða tiknir úr skipanini, og at skipanin við døgum verður eftirmett.

Ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag er lúsin. Hagtølini vísa, at fellið er vaksandi og sannlíkt er, at lúsin eigur sín part í orsøkini. Samstundis er tað ein avbjóðing at halda talið av laksalúsum niðri, uttan at økja um nýtsluna av viðgerðum móti lús, sum kann ávirka fiskaheilsuna og elva til økt felli. Búskaparráðið mælir til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so at hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt. Endamálið er, at váðin ikki gerst ov stórur soleiðis at alivinnan, og harvið búskapurin, ikki brádliga fáa eitt álvarsligt bakkast.

Eiga at hava avlop á fíggjarlógini

Avlopið á fíggjarlógini er mett til 160 mió. kr. í 2021, ið sostatt gjørdist betri, enn upprunaliga mett. Hetta kemur av øktum MVG-inntøkum og loyvisgjøldum frá alivinnuni, umframt at rakstrarútreiðslurnar gjørdust lægri í 2021, enn áður mett. Úrslitini fyri 2022 og 2023 eru hinvegin mett at verða eitt hall á  ávikavist -155 mió. kr. og -159 mió. kr. Metingin hjá Búskaparráðnum fyri úrslitið í 2022 er nakað verri, enn fíggjarlógin fyri 2022 sigur, tí Búskaparráðið ikki væntar at íløgurnar fara at minka í 2022 í mun til 2021, og at tað tískil verða nýttar umleið 150 mió. kr. til íløgur, sum á fíggjarlógini fyri 2022 eru bókaðar sum støðlingar, og harumframt roknar Búskaparráðið við eykajáttanum fyri umleið 50 mió. kr. í 2022.  Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop í bæði 2022 og 2023.

Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.