04.07.2022 - 10:00

Hækka innlánsrenturnar, hækka útlánsrenturnar vanliga við

Evropeiski miðbankin hevur boðað frá rentuhækkingum í juli og september mánað í 2022, sum væntandi fær danska Nationalbankan og síðani føroysku bankarnar, at hækka rentuna við. Tað merkir, at rentuútreiðslurnar hjá føroyskum húsarhaldum, sum hava lán við broytiligari rentu, fara at hækka.

Renturnar, sum føroysku bankarnir bjóða kundunum, plaga at fylgja rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum. Hetta verður gjørt fyri at halda donsku krónuna støðuga í mun til evruna. Nú, ið stjórin í evropeiska miðbankanum hevur boðað frá rentuhækkingum í juli og september mánað í 2022, fer danski Nationalbankin, og síðani føroysku bankarnir, væntandi at hækka rentuna við. Tískil er sannlíkt, at rentan fyri innlán í føroysku bankunum aftur verður positiv.

Hækka innlánsrenturnar, hækka útlánsrenturnar vanliga við. Tað merkir, at rentuútreiðslurnar hjá føroyskum húsarhaldum, ið hava lán við broytiligari rentu, fara at hækka. Donsk realkredittlán við fastari rentu eru í størri mun vorðin eftirspurd seinastu 3-4 árini, men meirilutin av sethúsalánunum hjá føroysku húsarhaldunum eru framvegis frá føroysku peningastovnunum, og hesi eru við broytiligari rentu. Um 85% av sethúsaskuldini hjá føroysku húskjunum hava eina broytiliga rentu. Rentan, sum verður goldin av sethúsaskuld í føroysku bankunum er í miðal 3%, meðan føroysk húsarhald, sum hava donsk realkredittlán, í miðal gjalda 2,2% í rentu íroknað bidrøg fyri sína sethúsaskuld hjá donsku realkredittstovnunum (apríl 2022).   

Hækkar rentustøðið, hevur tað við sær øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, skulu umleið 800 kr. meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta millión krónur í rentuútreiðslum. Ymiskt er, hvussu føroysku húsarhaldini eru fyri fíggjarliga, og tí kann ein rentuhækking raka ymiskt, men er skuldin stór, kann ein rentuhækking ávirka tøkupeningin munandi. Seinastu tíðina eru prísirnir á orku, tilfari og fleiri ráevnum dýrkaðir, og hettar minkar somuleiðis um tøka peningin hjá føroysku húsarhaldunum. Talið av húskjum við stórari skuld er tó ikki so mikið stórt, at tað er mett at gerast ein váði fyri føroysku peningastovnarnar.

Mynd 1 miðalrenta á sethúsalánum

Kelda: Landsbanki Føroya. Árlig renta á útlánum til sethúsafígging í ávikavist føroyskum bankum og donskum realkredittstovnum. Miðalrenta. Fyri føroysku bankarnar er vektað eftir stødd av banka. 3. mðr. glíðandi miðal.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2022 her.