29.04.2022 - 11:00

Inntøkan hjá bankunum av negativum rentum var góðar 75 mió. kr. í 2021

Føroysku peningastovnarnir rinda í løtuni 0,6% í rentu fyri at hava pening standandi á bók hjá Nationalbankanum. Tí krevja føroysku peningastovnarnir eisini í løtuni negativa rentu fyri innlán frá sínum kundum. Í 2021 var inntøkan av negativum rentum tilsamans 75,2 mió. kr.

Renturnar, sum bankarnir bjóða kundum sínum, fylgja vanliga rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum. Innlán, sum ein peningastovnur ikki fær lænt út ella sett í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og í løtuni skulu peningastovnarnir rinda 0,6% fyri tað (foliorentan er -0,6%).

Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán, ið fara upp um eina ávísa upphædd. Talvan niðanfyri vísir inntøkurnar av negativu rentunum hjá føroysku peningastovnunum í 2020 og 2021. Í 2021 hava húsarhaldini og vinnan rindað áleið somu upphædd í negativum rentum. Innlánini hjá húsarhaldinum vóru í miðal 11,7 mia. kr. og hjá vinnuni 4,3 mia. kr. í 2021.

Les meira í árfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.