23.12.2022 - 10:00

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 2,9%

Í oktobur 2022 var útlánsvøksturin 2,9% hjá føroysku bankunum og 2,7% tá ið danskir fíggjarstovnar verða taldir uppí.

Útlánini hjá føroysku bankunum eru í tíðarskeiðinum oktobur 2021 til oktobur 2022 økt við umleið 530 mió. kr. Útlánini til føroyskar kundar vóru nærum 17,1 mia. kr. tilsamans í oktobur 2022. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal var 2,9% í oktobur 2022 í mun til árið fyri.

Skuldin hjá føroysku húsarhaldunum í donskum realkredittstovnum var 3.991 mió. kr. í oktobur 2022 í mun til 3.697 mió. kr. í oktobur í fjør. Lántøkan í donsku realkredittstovnum er sostatt økt hetta seinasta árið, men vøksturin í útlánum hjá realkredittstovnum til føroyskar kundar var ikki eins høgur sum hann hevur verið seinastu áleið 3 árini. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum til føroyskar kundar var 9% í oktobur 2022 í mun til árið fyri.

Vøksturin í útlánunum frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans var 2,7% í oktobur 2022 samanborið við árið fyri. Hjá føroysku bankunum eina var hann 2,9% í oktobur 2022. Útlánsvøksturin er sostatt lægri enn í sama tíðarskeiði í fjør; í oktobur 2021 var útlánsvøksturin 5,0% hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,1% í oktobur 2021 tá ið donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.

Mynd 1. Útlánsvøkstur

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðmerk.: Ársvøkstur í útlánum frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroyskar kundar, 3 mðr. glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2022 her