16.09.2022 - 10:00

Hall í almennu kassunum, hóast bestu tíðir

Tað gongur væl í føroyska búskapinum, men hóast stóra virksemið í búskapinum, hava almennu kassarnir hall.

Ferð er á føroyska búskapinum. Tað sæst á lága arbeiðsloysinum, høgu lønarútgjaldingunum, methøga løntakaratalinum og á vøruhandlinum við útheimin, sum framvegis gevur avlop.

Hóast hesar góðu tíðir, er hall í bæði lands- og kommunukassunum. Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop. At hall verður á fíggjarlógini í 2022 og 2023 er als ikki nóg gott í so góðum búskaparligum tíðum, tí tað bendir á vantandi haldføri tá hugsað verður um komandi avbjóðingarnar við vaksandi útreiðslum til eldraøkið, tað vil siga til pensjónir, eldrarøkt, heilsuøkið við meira, sí mynd 1 og 2.   

Verða eykajáttanir samtyktar eiga tær at vera fíggjaðar. Er neyðugt at játta meira pening á einum øki, eiga politikararnir at finna pening til at fíggja meirtørvin við antin at taka meira pening inn, ella við at minka um útreiðslurnar aðra staðni.

Eisini kommunurnar hava samlað eitt hall á teirra fíggarlógum og í bestu tíðum, sum, eins og hjá landskassanum, er við til at økja um trýstið á búskapin, ið longu er undir trýsti av stóra virkseminum í privata geiranum. Tað er nú, at tað almenna eigur at halda aftur og hava yvirskot á fíggjarlógunum.

Royndirnar vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti, og ikki økja um nýtsluna í búskaparliga góðum tíðum. Sum Búskaparráðið áður hevur víst á, er tað skilagott um politiska skipanin setir í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk fyri at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin, sum ikki loyvir útreiðslunum at veksa við meira enn 2-3% um árið, samstundis sum íløgurnar haldast støðugar.

Tørvur er harafturat á ítøkiligum ætlanum, sum tryggja ein langtíðar haldføran fíggjarpolitik. Vaksandi talið av eldri fólki er ein avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið í føroyska búskapinum. Ein avleiðing av verandi fíggjarpolitikki kann verða, at hettar ættarliðið kemur at binda komandi ættarlið við skuld orsakað av manglandi haldføri í fíggjarpolitikkinum.

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.