14.10.2022 - 10:00

Rentuhækkingar skulu tálma prísvøksturin

Evropeiski miðbankin hevur higartil hækkað rentuna tvær ferðir í 2022 fyri at tálma prísvøksturin. Evropeiski miðbankin miðar eftir at halda prísvøksturin lágan og javnan á umleið 2%, men í løtuni er prísvøksturin í ES høgur (9,1% í august 2022) og greinarar vænta tískil fleiri rentuhækkingar frá evropeiska miðbankanum komandi mánaðirnar.

Við at hækka rentuna, roynir miðbankin at tálma eftirspurningin og íløguvirksemið hjá húsarhaldum og vinnu í Evropa. Øktu prísirnir stava í stóran mun av væntandi útboði í mun til eftirspurningin sum er. Útboðið fáa miðbankar ikki gjørt so nógv við, men teir royna at tálma eftirspurningin, og á tann hátt fáa útboð og eftirspurning at samsvara betur.

Tá ið rentan hækkar, gerst tað dýrari hjá húsarhaldunum at læna pening til eini sethús og at gjalda mánaðarligu lániútreiðslurnar. Økjast útreiðslurnar til rentur, er minni eftir av tøkum peningi til aðra nýtslu, og tað merkir, at eftirspurningin eftir vørum og tænastum minkar. Hjá vinnuni gerst tað somuleiðis dýrari at fíggja íløgur og byggiverkætlanir, og tað minkar um virksemið í búskapinum.

Tá prísvøksturin er høgur, er ikki óvanligt, at húsarhaldini fáa eina væntan um, at prísirnir fara at halda áfram at veksa, og tað kann elva til krøv um lønarhækkingar. Hækka lønirnar, veksa rakstrarútreiðslurnar hjá fyritøkunum, og tað kann føra til, at fyritøkurnar seta prísirnir upp á vørunum og tænastunum. Á hendan hátt kann prísvøksturin, sum av fyrstan tíð er komin av oljupríshækkingum, seinkingum av flutningi og trot á lutum til framleiðslu, gerast til ein prísvøkstur, sum stavar frá øktum lønarútreiðslum. Stavar prísvøksturin frá lønarvøkstri, gerst hann drúgvari og torførari hjá miðbankanum at tálma, tí vandin er, at tað kann gerast til eina ónda ringrás, har prísvøkstur elvir til lønarkrøv, sum aftur elvir til prísvøkstur, sum aftur elvir til lønarkrøv og so framvegis.

Fyri ikki at væntanin um áhaldandi prísvøkstur skal festa røtur hjá fólki, fremur evropeiski miðbankin tískil í løtuni lutfalsliga stórar rentuhækkingar. Hetta fyri at fólk skulu fáa eina væntan um, at miðbankin innan stutta tíð megnar at lækka prísvøksturin. Evropeiski miðbankin metir, at prísvøksturin í Evropa fer at gerast 8,1% í miðal í 2022, 5,5% í 2023 og 2,3% í 2024[1]. Sostatt hevur miðbankin boðað frá, at málið um ein lágan og javnan prísvøkstur verður rokkið í 2024.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 her

[1] Monetary policy decisions, European Central Bank, tíðindaskriv 8. september 2022, www.ecb.europa.eu