09.05.2022 - 10:00

Inflasjónin hækkar

Eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og eisini negativ, hækkar inflasjónin nú aftur. Brúkaraprístalið, sum er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4% frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022.

Myndin niðanfyri vísir at brúkaraprístalið, ið er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4% frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022. Eisini sæst í myndini, at inflasjónin hevur verið hækkandi tað seinasta árið. Tað er ikki einans í Føroyum at inflasjónin nú aftur ger um seg, men í øllum heiminum. Serliga eru prísirnir á orku (olju og gass) hækkaðir nógv, men eisini matvørur, klæðir og samskifti er vorðið dýrari.

Hækkandi prísir (inflasjón) merkir, at borgarin fær minni fyri sína løn, sum aftur ger at vinnan kann koma at merkja ein lækkandi eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hetta kann viðvirka til at tálma búskapin, men føroyski búskapurin var frammanundan væl fyri, og flestu føroysku húsarhaldini hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri til at møta hesum stoyti. Givið er, at økta prísstøðið rakar øll, men harðast hjá teimum húsarhaldum, ið hava lágar inntøkur.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið 2021 her.