20.09.2022 - 10:00

Tal av løntakarum setur met

Í juli 2022 vóru 27.837 løntakarar í Føroyum og er tað methøgt. Samstundis er arbeiðsloysið metlágt.

Innan privatu tænastuvinnurnar eru løntakararnir vorðnir fleiri í tali, serliga innan gisti- og matstovuvinnuna. Somuleiðis er løntakaratalið økt innan almennar vælferðartænastur hjá bæði landi og kommunum, meðan tað er lækkað innan bygging og fiskiskap.

Samstundis sum løntakaratalið er methøgt, er arbeiðsloysið í Føroyum metlágt; 238 persónar ella 0.9% (apríl 2022).

Trot á arbeiðsmegi setur lønarlagið undir trýst. Men sum skilst hevur nýggja Fast Track skipanin bøtt um umstøðurnar serliga hjá ferðavinnuni, meðan eitt nú byggivinnan enn hevur avbjóðingar við at fáa starvsfólk.

Fyri at bøta um avbjóðingina við troti á arbeiðsmegi mælir Búskaparráðið til, at landið avtekur frádráttin í skattinum, sum føroyingar, ið arbeiða uttanlands fáa. Hetta fyri at stimbra teimum at koma aftur til Føroyar at arbeiða, har tað er brúk fyri teimum.

Somuleiðis metir búskaparráðið tað ikki vera skynsamt, at seta í gildi eina lóg, sum letur peningin fyri barnaansing fylgja barninum, tá uppskotið møguliga eggjar borgarum at fara heim at ansa børnum, heldur enn at luttaka á arbeiðsmarknaðinum.

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.