24.03.2022 - 10:00

Heimaflotin eigur ikki at fáa stuðul

Heldur enn at leggja dent á at umsita fiskatilfeingið burðardygt, hevur politiska skipanin valt at lata stuðul (makrelkvotur) til skip, ið ikki eru útgjørd at fiska makrel.

Støðan í heimaflotan er vánalig og útlitini eru ikki góð. Tað hevur fingið politisku skipanina at fara inn aftur á gamlar slóðir við at veita stuðul til heimaflotan. Hetta vita føroyingar frá royndum ikki er haldbart. Stuðulin verður ikki veittur sum reiður peningur, men tað kundi hann tað sama verið. Ein slík serskipan er almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum. Hetta kann viðvirka til at fasthalda arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu og kann elva til, at íløgukapitalur leitar sær til vinnur, ið eru kunstiga lønsamar vegna almenna stuðulin.

At veita stuðul forðar fyri vinnuligari tillaging til produktivitetsvøkstur, sum er ein treyt fyri at skapa búskaparligan vøkstur. Fyri at økja um produktivitetin er grundleggjandi, at tað verður framleitt so effektivt sum møguligt. Tað merkir at tey skip, sum eru egnaði til at fiska pelagisku stovnarnar, eiga at fiska tann fiskin. Harafturat eigur tann flotin ikki at vera størri enn neyðugt. Harumframt eigur at verða rindað tilfeingisgjald fyri alt tilfeingið av makreli. Makrelkvoturnar, ið verða latnar sum stuðul, eru í løtuni undantiknar tilfeingisgjaldi. Tað merkir at tilfeingisgjald, ið átti at fallið landinum í lut, ístaðin fer til eyka stál og óeffektiva framleiðslu.

Búskaparráðið vísur á, at tilfeingisgjald eigur at vera rindað av allari makrelkvotuni, og makrelkvotur ikki eiga av verða latnar sum stuðul til skip, ið ikki eru útgjørd til at fiska makrel.

Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.