23.12.2022 - 10:00

Samlaða nettoognin hjá føroyingum økt

Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019 til at vera 5,4 ferðir tøku inntøkuna í 2020.

At nettoognin er økt frá at vera 5,2 ferðir tøku inntøkuna til 5,4 ferðir tøku inntøkuna stavar frá, at ognirnar hjá føroysku húskjunum eru øktar í virði; tað vil siga, at millum annað sethúsaognin, privata eftirlønaruppsparingin og innlánini í føroysku peningastovnunum vóru størri í 2020 í mun til árið fyri.

Skuldin hjá føroysku húskjunum er eisini økt; hon var størri í donsku realkredittstovnum og minni í føroysku bankum í 2020 í mun til árið fyri, men samlaða skuldin hjá føroysku húskjunum er ikki økt líka nógv, sum samlaðu ognirnar í 2020, og tí sæst ein vøkstur í nettoognini í 2020 í mun til árið fyri.    

Av fíggjarligum ognum áttu føroysk húskir fyri 28 mia. kr. tilsamans harav privata eftirlønaruppsparingin var 11,6 mia. kr. í 2020. Afturat fíggjarligu ognunum áttu føroyingar realar ognir, sum eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 32,3 mia. kr. í 2020.

Føroysk húskir høvdu skuld fyri tilsamans 12,6 mia. kr. í 2020. Tá samlaða skuldin verður trekt frá samlaðu ognini, áttu føroysk húskir í 2020 eina nettoogn á umleið 47,8 mia. kr. Tað svarar til 2,25 ferðir BTÚ í 2020.

Sæð í mun til tøku inntøkuna, var samlaða nettoognin 5,4 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroysku húskjunum í 2020. Til samanbering var nettoognin hjá dønum í 2020 5,6 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 6,2 ferðir tøku inntøkuna.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2022 her