30.12.2022 - 10:00

Føroyska ESG-skuldin mett til 30% av BTÚ í 2022

Við ársenda 2021 var føroyska EGS-skuldin mett til 34% av BTÚ, meðan hon er mett at vera 30% av BTÚ í 2022. Tað kemst serliga av stóra vøkstrinum í BTÚ í 2022, men landskassin hevur eisini goldið 200 mió. kr. niður á skuld í 2022.

Í 2021 er føroyska EGS-skuldin mett at vera 34% av BTÚ, sí mynd 1. BTÚ væntast at verða størri í 2022 enn í 2021, og tað ger, at EGS-skuldin er mett til at gerast 30% av BTÚ í 2022. Eisini hevur landskassin í juni 2022 rindað 200 mió. kr. niður av skuldini.

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein háttur at rokna almenna bruttoskuld, ið ger tað møguligt at samanbera skuldarstøði tvørturum lond. Á donskum verður tað rópt ØMU (Økonomisk Monetær Union) og á enskum EMU (Economic and Monetary Union).

Mynd 1 vísir ESG-skuldina hjá Føroyum og øðrum londum í 2021. Tað sæst at Føroyar hava um somu skuld í mun til BTÚ sum okkara grannalond og væl minni enn londini í Evropa. Havandi í huga, at føroyski búskapurin er ein pinkubúskapur og at hann sveiggjar nógv, er umráðandi, at skuldin ikki er ov stór.

Mynd 1. Almenn bruttoskuld 2021

Kelda: Landsbanki Føroya (Føroyar), tradingeconomics.com (Ísland og Noreg) og Eurostat. Viðm.: Almenn bruttoskuld í ymsum londum 2021, EGS-skuld, almenn fyrisiting og tænastur (almennar fyritøkur ikki íroknaðar).

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2022 her