23.02.2022 - 10:00

Landskassin rindar í miðal 0,35% í rentu av lánsbrævaskuldini

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum var við ársenda 2021 4 mia. kr. og miðal rentan av skuldini var 0,35%.

Skuldin á 4 mia. kr. er samansett av fýra lánsbrævarøðum. Ein skal rindast aftur í 2022, ein í 2023 og hinar báðar skulu rindast aftur í 2025 og 2032. Øll fýra lánsbrævalánini eru stand­andi – tað vil siga, at bara renta, og ikki av­drátt­ur, verður gold­in í lánitíðini. Láni­upp­hæddin verður goldin aftur í einum, tá ið láni­tíðin er av.

Myndin niðanfyri vísur miðalrentuna við árenda, sum landskassin rindar av lánsbrævaskuldini. Rentan sum landskassin rindar í sambandi við lán­tøku er nógv minkað seinastu 10 árini, eisini tí rentustøðið er lækkað so nógv. Í 2011 var rentan á lánsbrævaskuldini í miðal 3,04%. Til dømis er vert at nevna, at tað eina lánsbrævalánið á 1,3 mia. kr., sum var tikið í 2020 og skal rindast aftur í juni 2022, hevur 0% í áljóðandi rentu.

Tað kann væntast, at rentustøðið fer at hækka í komandi tíðum.

Mynd 12 – Lánsbrævaskuld: Miðal renta við ársenda 

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans 2021 her.