Landsbanki Føroya sóknast eftir starvsfólki til íløgurøkt og lánsrøkt.
Sum íløgurøktari og lánsrøktari í Landsbankanum verður tín høvuðsuppgáva at røkja gjaldføri landskassans og at røkja og skipa fyri lántøku landsstýrisins. Landsbankin røkir eisini gjaldførið hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (AMEG). Alt arbeiðið skal vera fakliga væl grundað í tráð við fíggjarbúskaparliga ástøðið.
Málið hjá íløgurøkt Landsbankans er at útvega landskassanum best møguligt avkast innanfyri tann váða, sum nevndin og stýrið áseta.
Av mest týðandi uppgávunum í hesum arbeiði er at tilevna uppskot til strategi fyri íløgurøktina og lánsrøktina hjá Landsbankanum, til nevndina at taka støðu til. Onnur týðandi uppgáva er at tryggja, at landskassin altíð hevur neyðugt gjaldføri til at rinda sínar skyldur. Eisini verður ein uppgáva at tilevna uppskot til strategi fyri íløgurøktina hjá AMEG, til stýrið at taka støðu til.
Í arbeiðinum við íløgu- og lánsrøkt eru nógvar ymsar uppgávur, til dømis:
Gjaldføri landskassans er um 4 mia. kr., og lánsbrævaskuld landskassans er um 5 mia. kr. Gjaldførið hjá AMEG er um 2 mia. kr.
Vit kunnu bjóða tær eitt starv, har tú verður partur av einum fakligum umhvørvi, har starvsfólk hava ymsar serkunnleikar og ábyrgd á ymsum økjum, men har sum fleiri uppgávur verða loystar í felag.
Av førleikakrøvum skalt tú hava útbúgving og royndir við íløgurøkt frá fíggjarstovni og/ella hava lokið kandidatprógv í búskaparfrøði (cand. merc., cand. polit., cand. oecon. ella líknandi).
Vit vænta, at tú dugir bæði at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt og skipað. Tú skalt vera fakliga forvitin av tí, at starvsinnihaldið broytist alla tíðina, so hvørt sum búskaparviðurskifti, fíggjarmarknaðir og útlit broytast. Tú skal duga at samskifta bæði í skrift og talu. Fyrimunir er um tú ert dugnaligur til KT.
Lønin verður ásett eftir sáttmála millum viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Maluna Johansen, stjóra í Landsbanka Føroya, á 226225 ella á malan@landsbankin.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. novembur 2025. Umsókn við lívsrensli, prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til malan@landsbankin.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
