02-06-2022 - 10:00

Landskassans skuld minkað við 200 mió. kr.

Føroya Landsstýri hevur í dag afturrindað eitt lán á 1,3 mia. kr. Lánið er afturgoldið við at endurfíggja 1,1 mia. kr. og við at rinda 200 mió. kr. av landskassans gjaldføri.

18. mai 2022 tók Føroya Landsstýri eitt 2-ára lánsbrævalán á 1,1 mia. kr. Hetta lán er nýtt til at rinda skuld aftur við, sum fellur til gjaldingar í dag, ein sokallað endurfígging. Harafturat rindar landskassin 200 mió. kr. av gjaldførinum, og tískil minkar landskassans skuld við 200 mió. kr. Landskassans gjaldføri skal sambært lóg vera 15% av BTÚ, og tað svarar í 2022 til góðar 3 mia. kr. Landskassans gjaldføri hevur í 2022 í miðal verið góðar 3,4 mia. kr., sum er væl omanfyri lógarkravið. Tí var mett ráðiligt at nýta 200 mió. kr. av landskassans gjaldføri til at rinda skuld niður við.

Nú skuldin er niðurgoldin við 200 mió. kr., verður nominella lánsbrævaskuld landskassans 3.743 mió. kr., sum er 18% av BTÚ við ársenda 2021, sí myndina niðanfyri.

Les meir um lántøkuna hjá landskassanum her.