19-05-2022 - 13:00

Landsstýrið tikið lán á 1,1 mia. kr.

Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 1,1 mia. kr. Øll upphæddin verður brúkt til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni. Lánið, sum fellur til gjaldingar 2. juni er á 1,3 mia. kr. 200 mió. kr., verða goldnar av landskassans gjaldføri, og sostatt minkar landskassans skuld við 200 mió. kr. 

2. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 1,3 mia. kr., til gjaldingar. Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt lán á 1,1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og í útlandinum.

Nýggja lánið er eitt 2-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2024. Áljóðandi rentan er 1,25%. Kursurin fyri lánið er 99,992% og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 1,254%.

Seinast Føroya Landsstýri tók eitt tvey-ára lán var í 2020, og tá var áljóðandi rentan 0%. Rentustøðið er sostatt hækkað fitt síðani juni 2020, og rentan fyri nýggja 2-ára lánið er tí væl hægri (ella 1,25% hægri).

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk sera væl, og tá avtornaði vóru teknaðar munandi størri upphæddir, enn tær 1.100 mió.kr., ið tørvur var á.

Nú skuldin verður niðurgoldin við 200 mió. kr., verður nominella lánsbrævaskuld landskassans 3.743 mió. kr., sum er 18% av BTÚ í 2021.