13-10-2021 - 10:00

Føroysku bankarnir lúka øll markvirðini í eftirlitsdiamantinum

Danska fíggjareftirlitið hevur sett nøkur markvirði fyri, hvat tey meta vera peningastovnsvirksemi, ið hevur øktan váða. Føroysku peningastovnarnir luku allir markvirðini hjá fíggjareftirlitinum í juni 2021.

Markvirðini í eftirlitsdiamantinum hjá fíggjareftirlitinum eru ásett fyri at mótvirka ov høgum váða, samstundis sum peningastovnarnir skulu kunna reka lønandi virksemi og veita neyðugan kreditt til fyritøkur og húsarhald. Lýkur peningastovnurin ikki eitt ella fleiri av hesum markvirðum, verður eftirlitið frá fíggjareftirlitinum hert. Markvirðini eru savnaði í sokallaða eftirlitsdiamantinum, sí talvu 1 niðanfyri. Talvan vísir hesi markvirði fyri føroysku peningastovnarnar tann 30. juni í 2021, og teir luku allir øll fýra markvirðini hjá fíggjareftirlitinum.

Markvirðini eru fýra í tali. Hesi eru:

1) At 20 tey størstu útlánini hjá peningastovninum ikki mugu vera meira enn 175% av kjarnukapitalinum.

2) At útlánini frá einum ári til næsta ikki mugu veksa meira enn 20%.

3) At útlán til fastogn (við vinnuligum endamáli) ikki mugu vera meira enn 25% av samlaðu útlánunum.

4) At peningastovnurin hevur gjaldføri omanfyri 100% av minstakravinum.

Talva 1. Eftirlitsdiamanturin 30.06.21

Kelda: Finanstilsynet, hálvársroknskapir hjá føroysku peningastovnunum.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í øðrum ársfjórðingi 2021 her