18-02-2020 - 08:00

Útlánsvøksturin minkaði í 2019

Útlánsvøksturin hjá føroyskum peningastovnum var um 6% við ársenda 2018, men 0% við ársenda 2019. Útlánsvøksturin er tí minkaður rættuliga nógv í 2019. Samlaða útlánið í krónum við ársenda 2019 var 15,6 mia. kr. og av hesum fara 8,8 mia. kr. til húsarhaldini.

Útlánini vuksu ikki so skjótt í 2019 sum í undanfarnu árunum. Vøksturin í útlánum hevur verið hækkandi síðani ársenda 2014, men í 2019 vendi gongdin. Útlánsvøksturin hjá føroyskum peningastovnum var meir enn 6% við ársenda 2018 men stóð í stað við ársenda 2019 (Mynd 1).

Av teimum 15,6 mia. kr. sum føroysku peningastovnarnir læna út, fara 8,8 mia. kr. til húsarhaldini. Húsarhald eru løntakarar, pensjónistar og sjálvstøðugt vinnurekandi umframt non-profit felagsskapir so sum fótbóltsfeløg og fimleikafeløg v.m. Vøksturin í útlánum frá føroyskum peningastovnum til húsarhald, var beint undir 1% við ársenda 2019. Verða lán frá donskum peninga- og realkredittstovnum til føroysk húsarhald tald við, var útlánsvøksturin 4% við ársenda 2019. Ímeðan føroysku bankarnir í 2019 ikki hava lænt út í sama mun sum undanfarin ár, eru útlánini frá donsku realkredittstovnunum økt munandi hetta árið. Vøkstur í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald var beint undir 15% við ársenda 2019 (Mynd 2).

Ikki ber til at siga út frá hagtølunum, hví eftirspurningurin hjá føroysku húsarhaldunum eftir donskum realkredittlánum er øktur, men tað er sannlíkt, at lágu realkredittrenturnar hava havt eina ávirkan. Serliga fastforrentaðu realkredittlánini við langum rentubindingartíðarskeiði (yvir 10 ár) eru økt í 2019. Hóast vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum er høgur, er talan um lágar upphæddir samanborið við tað, sum føroyskir peningastovnar læna til húsarhaldini. Føroysk húsarhald hava lán fyri 8,8 mia. kr. í føroyskum peningastovnum, og fyri 2,9 mia. kr. í donskum realkredittstovnum.

Landsbankin heldur eyga við útlánsvøkstrinum. Um útlánini vaksa skjótari enn búskapurin, kann tað vera tekin um, at bankarnir slaka kredittkrøv, og tað økir um sannlíkindini fyri at bankarnir kunnu fáa tap av sínum útlánum. Sambært framrokning hjá Hagstovuni vaks búskapurin (BTÚ) við 6,6% í 2019 meðan vøksturin í útlánum hjá føroyskum peningastovnum var væl minni enn tað hetta árið. Útlánini eru sostatt ikki vaksin skjótari enn búskapurin í 2019, men neyðugt er kortini at halda eyga við vøkstrinum í útlánunum, tí gongdin kann brádliga venda eins og hon gjørdi fram til báðar undanfarnu fíggjarkreppurnar.