04. juli 2022
04. juli 2022
30. juni 2022
30. juni 2022
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
22. november 2021
22. november 2021
22. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
13. oktober 2021
13. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
01. oktober 2021
01. oktober 2021
01. september 2021
06. august 2021
22. juni 2021
07. juni 2021
07. juni 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
26. apríl 2021
26. apríl 2021
23. apríl 2021
Samlaðu útlánini øktust við 1,1 mia. kr. ella við 5,4% í apríl 2022 í mun til apríl í fjør. Føroysku bankarnir hava økt útlánini við 500 mió. kr. í hesum tíðarskeiði, men um 600 mió. kr. stava frá øktum útlánum frá donskum realkredittstovnum. Verður einans hugt at føroysku peningastovnunum, var vøksturin í útlánunum 3% í sama tíðarskeiði. Vøksturin í útlánunum var í apríl mánað 2022 eitt vet størri, enn við árslok tá hann var 2,7%.
Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri tilsamans 16,7 mia. kr. í apríl 2022 til føroyskar kundar. Í apríl í fjør vóru útlánini 16,2 mia. kr., og tey eru tí økt við 3% ella 500 mió. kr. Vøksturin í útlánunum er eitt vet hægri, enn við endan av fjórða ársfjórðingi 2021, tá tey øktust við 2,7% í mun árið fyri. Føroysku bankarnir hava økt útlánini við 150 mió. kr. til tað almenna, 170 mió. kr. til vinnuna, og 170 mió. kr. til húsarhaldini í apríl 2022 í mun til apríl í fjør.
Útlánini frá donsku realkredittstovnunum eru í sama tíðarskeiði økt við 600 mió. kr.; frá 3,4 mia. kr. í apríl 2021 til 4 mia. kr. í apríl 2022, sum er ein vøkstur á 17,5%. Meginparturin av útlánunum hjá donsku realkredittstovnunum er sethúsafígging til føroysk húsarhald.
Samanlagt eru útlánini til føroyingar økt við 1,1 mia. kr. frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum í hesum tíðarskeiði. Útlánini vóru 21,5 mia. kr. tilsamans og samlaði vøksturin í útlánunum frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum tilsamans var um 5,4% í apríl 2022.
Serliga er eftirspurningurin hjá vinnuni og kommununum eftir fígging orsøk til vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum, meðan eftirspurningurin hjá føroyskum húsarhaldum eftir sethúsafígging úr donskum realkredittstovnum er við til at hála samlaða útlánsvøksturin upp í apríl 2022.
Mynd 1 Útlánsvøkstur
Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Ársvøkstur í útlánum frá førosykum og donskum peningar- og realkreditstovnum til føroyskar kundar, 3 mðr. glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.
Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2022 her.
04. juli 2022
04. juli 2022
30. juni 2022
30. juni 2022
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
22. november 2021
22. november 2021
22. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
13. oktober 2021
13. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
01. oktober 2021
01. oktober 2021
01. september 2021
06. august 2021
22. juni 2021
07. juni 2021
07. juni 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
26. apríl 2021
26. apríl 2021
23. apríl 2021