12-09-2022 - 10:00

Stórur vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni seinastu árini

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at verða heili 11,2% í 2022, sum fyri ein stóran part stavar frá øktum prísum.

Tað er framvegis ferð á føroyska búskapinum. Stóra virksemið sæst aftur á lága arbeiðsloysinum og átrokandi tørvinum á arbeiðsmegi í bæði privata og almenna geiranum. Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setir met, og vøruhandilin við útheimin gevur framvegis avlop.

Talvan vísir BTÚ í ársins prísum og vøksturin ár um ár. Sum talvan vísir, er búskaparvøksturin mettur at vera høgur í 2021 og uppaftur hægri í 2022.

Í 2021 høvdu vit ein høgan vøkstur í BTÚ í leypandi prísum, sum í ein stóran mun stavaði frá øktum nøgdum av útfluttum vørum, meðan høgi vøksturin í BTÚ í 2022 hinvegin fyri ein stóran part stavar frá øktum prísum. Høgi vøksturin í BTÚ í 2022 avspeglar sostatt ikki eitt munandi størri virksemi, enn í 2021, men heldur, at vørurnar og tænasturnar, sum vit útflyta og innflyta, eru dýrkaðar í prísi.

Varð BTÚ roknað í føstum prísum, hevði vøksturin í BTÚ í 2022 verið lægri, enn roknaði BTÚ-vøksturin í leypandi prísum. Til at rokna BTÚ í føstum prísum krevst ein BTÚ-deflator, sum vísir prísvøksturin í øllum BTÚ, og ikki bert brúakaraprístalsvøksturin. Ein tílíkan hava vit ikki enn. Verður brúkaraprístalið nýtt sum eitt nøkulunda alternativ, fæst ein vøkstur í BTÚ á 3,9% í 2022, tá árligi vøksturin í brúkaraprístalinum í 2. ársfjórðingi 2022 á 7,3% verður drigin frá.

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.