03-03-2020 - 13:00

Sethúsaprísirnir vuksu skjótari enn inntøkurnar

Stórur munur var á sethúsaprísvøkstrinum og inntøkuvøkstrinum í 2019. Lækkandi rentustøðið merkir, at tað er vorðið bíligari enn áður at hava sethúsalán, men høgu sethúsaprísirnir kunnu elva til, at húsarhald seta seg í ov stóra skuld í mun til inntøkuna.

Í 2019 hækkaðu sethúsaprísirnir við 20% í Havn meðan inntøkurnar øktust við nærum 7% í mun til árið fyri (lilla linjan í myndini niðanfyri er væl brattari enn svarta linjan í 2019). Vaksa sethúsaprísirnir skjótari enn inntøkurnar, kann tað vera ein ábending um, at húsarhaldini eru ov bjartskygd og seta seg í størri skuld enn fíggjarliga ráðiligt, tí tey vænta ein framhaldandi prísvøkstur á sethúsamarknaðinum (Mynd 1).

At eftirspurningurin eftir býli – eisini orsakað av stórari tilflyting -  er størri enn útboðið av býlum er ein orsøk til at sethúsaprísirnir hækka. Harafturat hevur rentustøðið verið støðugt lækkandi, og tað merkir, at tað er vorðið bíligari at hava sethúsalán. Lága rentustøðið ger, saman við møguleikanum fyri avdráttarskáa, at húsarhald kunnu seta seg í størri skuld í mun til húsarhaldsinntøkuna, enn fyrr. Harafturat hevur tað loyst seg hjá summum húsarhaldum at leggja verandi sethúsalán um til realkredittlán. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 15% við ársenda 2019 meðan útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum til húsarhaldini bert var 1% við ársenda 2019.

Miðalprísurin á sethúsum í Tórshavn er komin uppum 3 mió. kr. í 2019, og sethúsaprísirnir eru nú í øllum økjum í Føroyum komnir uppum høga prísstøðið, sum var undan fíggjarkreppuni í 2008 (Mynd 2). 

Hagtølini vísa higartil, at sethúsaprísirnir í 2019 eru 20% hægri í Havn og í smærri bygdunum samanborið við 2018, 10% í størri bygdunum og 30% í Suðuroy/Sandoy. Prísvøksturin á 20% í Havn er tann størsti síðani 2006. Eisini er prísvøksturin í Suðuroy/Sandoy merkisvert stórur, men hesin prísvøksturin er komin av einstøkum sølum, sum hava hálað miðalprísin upp. Stóri prísvøksturin í smærri bygdunum kann lutvíst forklárast við, at bygdir sum eitt nú Gjógv ella Mykines, eru vorðnar meira dragandi sum summarhúsøki seinastu árini. At størru bygdirnar hava havt lægri prísvøkstur í 2019 enn aðrastaðni kemur helst av, at fleiri av teimum longu í 2018 høvdu ein lutfalsliga stóran prísvøkstur. Hetta er uttan iva ein avleiðing av, at skjótt verður koyrandi gjøgnum tunnilin millum Eysturoynna og Suðurstreymoy.

Lánikostnaðirnir eru minkaðir við lækkandi rentustøðinum, men kortini kunnu høgu sethúsaprísirnir elva til, at húsarhald, sum ogna sær sethús fyrstu ferð, seta seg í ov stóra skuld samanborið við húsarhaldsinntøkuna. Megna húsarhaldini ikki at gjalda niður skuldina, eitt nú tá rentan fer upp ella búskapargongdin vendir, kunnu peningastovnarnir missa pengar, og tað setir fíggjarliga støðufestið í vanda. Tí er framvegis umráðandi , at peningastovnarnir ikki slaka kredittkrøvini.