17-10-2022 - 10:00

Øktar útreiðslur til lán við broytiligari rentu

Danski tjóðbankin hevur sum væntað hækkað sínar rentur eftir at evropeiski miðbankin hækkaði rentuna í septembur 2022. Tá ið rentan hjá danska tjóðbankanum hækkar, hækka føroysku bankarnir eisini sínar útlánsrentur, og tað merkir øktar rentuútreiðslur hjá øllum húsarhaldum, ið hava lán við broytiligari rentu.

Øktar útlánsrentur merkir størri rentuútreiðslur hjá teimum, sum hava lán við broytiligari rentu. Føroysku húsarhaldini hava lán í føroysku og donsku peninga-  og realkredittstovnunum fyri 13,1 mia. kr. tilsamans. Meirilutin av lánunum hjá føroysku húsarhaldunum eru í føroysku peningastovnunum (9,1 mia. kr. í juli 2022), og hesi hava broytiligari rentu.

Restin av útlánunum er frá realkredittstovnunum, tað vil siga 4 mia. kr. Av hesum eru 2,2 mia. kr. við broytiligari rentur og 1,8 mia. kr. við fastari rentu

Tilsamans eru sostatt 11,3 mia. kr. av 13,1 mia. kr. við broytiligari rentu; tað eru 86%. Donsk realkredittlán við fastari rentu eru 1,8 mia. kr., og eru tey 14% av samlaðu húsarhaldsskuldini.

Av tí at meginparturin av húsarhaldsskuldini hevur broytiliga rentu, fara øktu útlánsrenturnar at merkjast hjá allarflestu húsarhaldunum, sum hava skuld. Eitt hækkað rentustøði hevur við sær øktar rentuútreiðslur til bústaðarlán og billán og aðra skuld í bankanum. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, skulu umleið 800 kr. meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta millión krónur í rentuútreiðslum. Ein rentuhækking rakar ymiskt alt eftir, hvussu væl fyri fíggjarliga einstaka húskið er, men er skuldin stór, kann ein rentuhækking ávirka tøkupeningin munandi.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 her