20-06-2019 - 08:00

Landið rindar 800 milliónir aftur í dag

Føroya Landsstýri rindar 1,1 mia. kr. aftur í láni og tekur eitt nýtt lán á 300 mió. kr. Sostatt minkar skuldin hjá landskassanum við 800 mió. kr.

Eitt lán uppá 1,1 mia. kr. verður rindað aftur í dag. Hetta verður gjørt við at taka 800 mió. kr. av tøka gjaldførinum hjá landskassanum, meðan 300 mió. kr. verða læntar við at geva út lánsbrøv. Hetta verður gjørt soleiðis, at ein lánsbrævarøð, sum fellur til gjaldingar í juni næsta ár, hækkar við 300 mió. kr.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og lánsbrøvini eru seld í Føroyum. Effektiva rentan til keypararnar er -0,3575% og kursurin er 101,3288. Hetta er fyrstu ferð, at landskassin lænir til negativa rentu. Tað merkir í stuttum, at landskassin fær meira burtur úr, enn ásettu lánsupphæddina – at hóast lánið eitur 300 mió. kr., so fær landskassin 304 mió. kr. í láni og skal kortini bara rinda 300 mió. kr. aftur, tá ið lánið fellur til gjaldingar um eitt ár.

Við hesum minkar skuldin hjá landskassanum við 800 mió. kr. Lánsbrævaskuldin hjá landinum er nú 3,693 mia. kr. Mynd 1 vísir gongdina í landskassaskuldini síðan 2002.

Eftir afturgjaldingina minkar tøki peningurin (gjaldføri) í landskassanum niður í 2,8 mia. kr., men hetta lýkur framvegis kravið um minstagjaldføri á 15% av BTÚ, sum landið skal hava sambært lóg.

At landskassaskuldin minkar hevur við sær, at almenna bruttoskuldin minkar munandi. Almenna bruttoskuldin umfatar allan almenna geiran: landskassan, kommunur, sosialir grunnar við meira. EGS skuldin verður mett at minka úr 33% av BTÚ niður í 24% av BTÚ. Mestamarkið hjá EGS (Evropeiska Gjaldoyrasamstarvinum) er 60% av BTÚ. Føroyar hava lítla skuld samanborið við onnur lond. Mynd 2 vísir almennu EGS-skuldina hjá Føroyum samanborið við nøkur lond í Evropa.

Les meir um lántøkuna hjá landskassanum her.

Les meir um EGS skuld her.