18-03-2022 - 10:00

Laksalús ein vaksandi avbjóðing í alivinnuni

Ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag er lúsin. Hagtøl vísa, at fellið er vaksandi og ein sannlík orsøk er lúsin. Búskaparráðið mælir til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt.

Alivinnan er vorðin ein týðandi partur av føroyska búskapinum. Alivinnan telur fyri nærum helvtina av fiskavøruútflutninginum, og umráðandi er at framleiðslan í alivinnuni er burðardygg. Ein búskaparliga burðardygg framleiðsla í alivinnuni merkir millum annað, at ansað verður eftir, at tað ikki verða givin ov góð gróðrarlíkindi fyri laksalús, ið er ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag.

Hóast talið av lúsum á alilaksi í miðal fyri øll alibrúkini er lækkað síðani 2019, er talið av brotum á kunngerðini samstundis økt, sí mynd 1 niðanfyri. Hagtølini vísa eisini, at fellið er vaksandi og at tað í alsamt størri mun er stórur, og tí meira mótstøðuførur laksur, sum doyr, og ein sannlík orsøk til hetta er lúsin.

Búskaparráðið mælir tí til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt. Endamálið er, at váðin ikki gerst ov stórur soleiðis at alivinnan, og harvið búskapurin, ikki brádliga fáa eitt álvarsligt bakkast.

Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.