04-03-2020 - 11:00

Kapitalkrøv til peningastovnarnar hóskandi

Føroya Váðaráð hevur í samstarvi við Det Systemiske Risikoråd í Danmark gjørt eina greining av kapitalkrøvunum til føroysku peningastovnarnar. Niðurstøðan er, at kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar eru hóskandi. Omaná kapitalkrøvini kemur eitt NEP-krav. Um NEP-kravið hjá peningastovnunum hevur ringar avleiðingar fyri føroyska búskapin, verður møguligt at leingja tíðina fyri, nær NEP-kravið skal  vera uppfylt.

Kapitalkrøvini til peningastovnarnar kunnu sigast at vera í tveimum: sjálvi kapitalkrøvini (eginpeningur) og NEP-kravið. Kapitalkrøvini fevna um solvenskravið og kapitalbuffarnir. Kapitalbuffarnir eru fýra í tali.

  • Kapitalbevaringsbuffarin er galdandi fyri allar bankar í øllum londum í ES og er 2,5%
  • SIFI-buffarin er eitt kapitalkrav til teir peningastovnar sum eru SIFI-bankar. SIFI stendur fyri Systemically Important Financial Institutions. Hesin er ymiskur fyri hvønn banka sær, men liggur millum 1% og 3%. SIFI-buffarin er 2% fyri BankNordik og Betri Banka og 1,5% fyri Norðoya Sparikassa
  • Systemiski buffarin verður ásettur eftir viðurskiftum í einstaka landinum. Hann er settur til 3% í Føroyum, tí føroyski búskapurin er lítil og einsháttaður og er viðkvæmur fyri stoytum, sum kunnu hava við sær tap í bankageiranum. Søguliga hava verið stór sveiggj í føroyska búskapinum og føroysku peningastovnarnir hava havt størri sveiggj í niðurskrivingum, enn danskir bankar. Systemiski buffarin er 0% í Danmark.
  • Kontracykliski buffarin er somuleiðis ásettur eftir viðurskiftum í einstaka landinum. Hann er 0% í Føroyum, og verður í næstum settur til 2,5% í Danmark, um stjórnin fylgir tilmælinum frá danska váðaráðnum.

Niðurstøðan av greiningini er, at kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar eru á einum hóskandi støði.

Omaná kapitalkrøvini kemur NEP-kravið. Hetta skal tryggja, at fer ein SIFI-banki á húsagang, skal hann kunna endurstovnast við at leggja um NEP-kapitalin til eginkapital hjá bankanum. NEP-kapitalurin skal vera so stórur, at hann við eini umlegging tryggjar bankanum so mikið av kapitali, at samfelagið og kundarnir hava álit á bankanum.

Fíggjareftirlitið ásetir NEP-kravið til peningastovnarnar í danska ríkinum. Fíggjareftirlitið ásetir NEP-kravið fyri hvønn peningastovn sær, men hevur givið ábending um, at SIFI-bankar fáa eitt NEP-krav, ið svarar til kapitalkrøvini (solvensin og kapitalbuffararnar). Bankar, sum ikki eru SIFI, fáa eitt NEP-krav á 3,5 til 6%. Suðuroyar Sparikassi, sum ikki er SIFI-banki, og BankNordik hava fingið at vita teirra NEP-krav, meðan NEP-kravið til Betri Banka og Norðoya Sparikassa ikki er ásett enn.

Samanborið við danskar, og ikki minst aðrar útlendskar SIFI-bankar, eru føroysku SIFI-bankarnir sera lítlir. Men um ein banki verður tilnevndur SIFI-banki, verður avgerðin tikin við eini samanbering við støddina av búskapinum, har bankin virkar, í huga. Eingin ivi er um, at bæði Betri Banki og BankNordik eru SIFI-bankar í føroyska búskapinum. Fer ein av hesum bankum á húsagang, fær tað ógvusligar avleiðingar fyri allan búskapin. Men við tað at føroysku SIFI-bankarnir eru lutfalsliga lítlir, er tað meira kostnaðarmikið hjá teimum at læna kapital á altjóða lánimarknaðinum fyri at uppfylla NEP-kravið. BankNordik og Betri Banki koma tískil møguliga at fíggja NEP-kravið umvegis yvirskot.

Í løtuni er eingin ábending um, at herdu kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar hava havt við sær minkandi útlán. Kapitalkrøvini eru tó herd í einum tíðarskeiði við búskaparligari framgongd. Um NEP-kravið hevur ringar avleiðingar við sær á føroyska búskapin, eitt nú við at vinnulívið ikki fær neyðug lán, so fer danska váðaráðið at mæla stjórnini til at leingja tíðarskeiðið, ið krevst fyri at lúka NEP-kravið. Sum nú er skal NEP-kravið vera uppfylt í 2025.

Altjóða fíggjarkreppan í 2008 hevur ført við sær, at krøvini til peningastovnarnar eru vorðin herd munandi fyri at gera bankageiran sterkari. Kapitalkrøvini eru tí nú í størri mun við til at tryggja fíggjarliga støðufestið. Møguligir kostnaðir hjá peningastovnum og kundum teirra av, at kapitalkrøvini eru vorðin strangari, mugu samanberast við ta sannroynd, at bankageirin er vorðin sterkari og er tí betur førur fyri at standa ímóti fíggjarligum kreppum, sum søguliga hava kostað føroyska samfelagnum.

Tú kanst lesa alla greiningina hjá føroyska og danska váðaráðnum her.