21.03.2023 - 10:00

Íløgur hjá almenna geiranum eiga at vera støðugar

Tað er umráðandi, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir at politiska skipanin má raðfesta millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.

Mynd 1 vísir íløguútreiðslurnar hjá landsfyrisitingini frá 1998 til 2021 býtt á útvaldar íløgupostar. Eftir skapinum í mynd 1 at døma, tykjast løgurnar hjá landinum at vera konjunkturviðgangandi. Undan altjóða fíggjarkreppuna í 2008 síggjast stórar íløgur í undirsjóvartunlarnar Vága- og Norðoyatunnilin.  Síðani eru íløguútreiðslurnar støðugar fram til 2013, tá ið farið verður undir at byggja Glasir. Síðani 2016 hava íløguútreiðslurnar av álvara tikið dik á seg. Serliga skara íløgurnar í Eystur- og Sandoyartunnilin framúr, men harafturat verða fleiri stórar verkætlanir í árunum eftir 2016. Millum annað kunnu nevnast Hvalbiar- og Fámjinstunnilin, Dalstunnilin, tunlarnir Norður um Fjall og útbyggingin av Landssjúkra-húsinum (H-bygningurin).     

Mynd 2 vísir íløguútreiðslurnar hjá kommunum frá 1998 til 2016 býtt á íløgupostar. Verður samanborið við íløgurnar hjá landsfyrisitingini sæst, at íløguvirksemið hjá kommununum eisini er konjunktur-viðgangandi, og í uppaftur størri mun. Íløguvirksemið hjá kommununum nærum fýrfaldast í árunum 2000 til 2008, men fellur síðani í helvt tá fíggjarkreppan rakar. Í árunum 2006 - 2008 veksur bláa økið, tí tá ger millum annað Tórshavnar kommuna íløgur í vegakervið, og í árunum 2014 og fram fer útbyggingin í Tórshavnar Havn í gongd (bláa økið). Burtursæð frá nøkrum stórum, ítøkiligum íløgum – millum annað Boðanesheimið, Ósaskúlin og skúlarnir á Argjahamri og við Løgmannabreyt – er lítið virksemi fram til 2016, tá íløguvirksemið hjá kommunum aftur økist. Í 2019 var íløguvirksemið hjá kommunum aftur á støði við virksemið undan fíggjarkreppuna.

Sum báðar myndirnar vísa, hevur tað ikki gingið væl at halda eina javna íløgugongd hesi 23 árini (1998-2021). Bæði land og kommunur hava tørv á miðvísari stýring og samskipan av íløgum, eins og tørvur er fyri samskipan av íløguvirksemið hjá fyritøkum undir almennum ræði. Her er pláss fyri ábótum.

Umráðandi er, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir at politiska skipanin má raðfesta millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.