21-12-2020 - 10:00

Húskini ikki økt nýtsluna, hóast nettoognin er vaksin

Húskir kunnu sigast at vera vorðin ríkari tá húsini veksa í virði, hóast inntøkan er óbroytt, tí frívirðið í býlinum veksur. Men húskini tykjast ikki at hava økt nýtsluna munandi seinastu árini.

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Viðurskifti, ið lækka skuldina ella økja virðið á ognunum hjá húskjunum, økir nettoognina. Nettoognin gerst sostatt størri, tá til dømis virðið á sethúsunum hækkar, pensjónsuppsparingin økist ella skuldin minkar. At nettoognin økist kann ávirka nýtsluatferðina.

Síðani 2014 eru sethúsaprísirnir øktir við umleið 40 prosentum í Tórshavn, 50 prosentum í Suðuroy-Sandoy og við 65 prosentum í størri bygdunum, meðan sethúsaprísirnir eru nærum tvífaldaðir í smáu bygdunum síðani 2014 (Mynd 1).

Mynd 1. Sethúsaprísirnir eru øktir nógv síðani 2014

Viðm.: Sethúsaprísir fyri árið 2020 er heft við óvissu; bert 1, 2 og 3 ársfj. eru við. Sethúsaprísirnir eru deflateraðir við brúkaraprístalinum, 2020 er mett. Tórshavn fevnir um Tórshavn, Argir og Hoyvík. Kelda: BankNordik og egnar útrokningar.

At ognin hjá sethúsaeigarum økist tá sethúsaprísirnir veksa, kemur ikki eigaranum til góðar sum gjaldføri, uttan hann selur húsini, hóast pantvirðið sjálvt veksur. Tó ber til at taka lán í frívirðinum og soleiðis javna sínar nýtslumøguleikar út yvir alt lívið.

Í hvønn mun føroysku húskini hava tikið lán í økta frívirðinum síðani 2014, ber ikki til at siga við vissu. Sethúsalánini hjá føroysku húsarhaldunum eru økt við 22% seinastu 7 árini. Av hesi øking í sethúsalánum hava summi helst hækkað sína lántøku gjøgnum økta frívirðið til nýtslu ella umvæling av húsinum. Tey, ið nýligani hava ognað sær eini hús, hava ikki fingið lut í økta frívirðinum, men tørva sethúsafígging, ið svarar til høga prísstøðið, sum er í dag. Tí kann væl vera, at vøksturin í samlaðu útlánunum avspeglar hesa øking í sethúsaprísunum.

Væntandi hava flestu húskini raðfest at niðurgjalda skuld, heldur enn at taka lán í frívirðinum, tí húskini tykjast ikki at hava økt nýtsluna munandi seinastu árini. Føroysk húskir hava lutfalsliga lága skuld í prosent av tøku inntøkuni samanborið við onnur lond, og hetta samsvarar við, at fægstu húskini ynskja at hækka nýtsluna gjøgnum økta skuld, hóast húsini eru økt í virði.

Les meira her, og um ogn og skuld hjá føroyskum húskjum og, hvussu skuldin er býtt her.