09-12-2020 - 11:00

Føroyingar eiga líka stóra nettoogn sum danir

Danir hava eina munandi hægri eftirlønaruppsparing, enn føroyingar, men føroyingar hava bæði lægri skuld og eiga sethús og bilar fyri hægri virði í miðal, enn donsk húskir gera. Harafturat hava føroyingar í miðal meira pening standandi á bók, enn danir.

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Føroysk húskir eiga fíggjarligar ognir fyri nærum 16 mia. kr. Umframt hesar fíggjarligu ognirnar kemur eftirlønaruppsparingin og harafturat eiga føroyingar aðrar realar ognir sum til dømis sethús, bilar og bátar.

Samanbera vit ognina hjá føroysku húskjunum við tí hjá húskjum í øðrum londum, er lættari at meta ognina í mun til tøku inntøkuna, ístaðin fyri í krónum og oyrum. Føroysku húskini eiga eina samlaða ogn, ið er nærum 6,5 ferðir tøku inntøkuna. Tað vil siga, at fíggjarliga ognin saman við virðinum á sethúsi, bili og báti hjá øllum føroyskum húskjum tilsamans, er 6,5 ferðir so stór sum samlaða inntøkan eftir skatt hjá føroysku húskjunum í 2018. Hetta er tað, sum føroysk húskir eiga av bruttoogn, tað vil siga áðrenn skuldin hjá føroyingum verður trekt frá.

Føroyingar hava skuld fyri umleið 11,7 mia. kr. tilsamans við ársenda 2018. Føroyingar hava í miðal lægri skuld, enn bæði danir og íslendingar. Samlaða skuldin hjá føroysku húskjunum er 1,36 ferðir tøku inntøkuna, og liggur beint omanfyri miðal, tá samanborið verður við onnur OECD lond. Hjá dønum er skuldin 2,81 ferðir tøku inntøkuna, ímeðan hon er 2,26 ferðir inntøkuna hjá íslendingum (Mynd 1).

Nettoognin, sum er samlaða ognin minus skuld hjá føroysku húskjunum, er 5 ferðir tøku inntøkuna. Tað vil siga innlán í banka, virðisbrøv og eftirlønaruppsparing saman við virðinum á sethúsi, bili og báti minus skuld hjá øllum føroyskum húskjum tilsamans, er 5 ferðir so stór sum samlaða inntøkan eftir skatt hjá øllum føroysku húskjunum tilsamans í 2018.

Til samanbering er samlað ogn minus skuld 5,2 ferðir tøku inntøkuna hjá dønum, meðan hon er 5,5 ferðir tøku inntøkuna hjá íslendingum.

Mynd 1. Skuld hjá húskjum í 2018 

Kelda: OECD (Flestu tølini frá 2018, hjá einstøku londum eru tey eldri) og Landsbanki Føroya (føroysk tøl frá 2018).

Les meira her um ogn og skuld hjá føroyskum húskjum og um, hvussu skuldin er býtt og um viðurskifti, ið ávirka nettoognina her.