02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
22. november 2021
22. november 2021
22. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
13. oktober 2021
13. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
01. oktober 2021
01. oktober 2021
01. september 2021
06. august 2021
22. juni 2021
07. juni 2021
07. juni 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
26. apríl 2021
26. apríl 2021
23. apríl 2021
23. apríl 2021
19. apríl 2021
19. apríl 2021
15. apríl 2021
Talið av húskjum, sum skylda meir enn 2 mió. kr. og hava skuldarlutføll omanfyri 3, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum.
Mynd 1 niðanfyri vísir skuldarlutføll hjá føroyskum húskjum í ávikavist Suðurstreymoy og restini av landinum. Skuldarlutfall er skuldin hjá húskjunum mátað í mun til árligu bruttoinntøkuna hjá húskjunum. Vanliga verða húskir viðmælt ikki at skylda meira enn 3,5 ferðir sína árligu inntøku, men í summum førum verða hægri skuldarlutføll loyvd, eitt nú um útlit eru til, at einstaka húskið fær skuldarlutfallið niðurum 3,5 innan eitt stutt áramál.
Umleið 1.400 húskir í Føroyum, ella 7,5% av húskjunum tilsamans, høvdu í 2020 eitt skuldarlutfall omanfyri 3. Tó ber til at hava eitt høgt skuldarlutfall, uttan at skuldin er merkisverd stór í krónum og oyrum. Er inntøkan lág, sum eitt nú hjá einum lesandi, noyðist skuldin ikki at vera serliga stór, áðrenn skuldin er fleirfaldað árligu inntøkuna. Verður ístaðin hugt eftir húskjum, sum hava skuld omanfyri 2 mió. kr., er talið av teimum við skuldarlutfalli omanfyri 3 lægri; tey eru 610 í tali í 2020, ella umleið 3% av øllum húskjum í Føroyum í 2020.
Talið av húskjum, sum skylda meir enn 2 mió. kr. og hava skuldarlutføll omanfyri 3, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við húskir, sum búgva aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum. Í Suðurstreymoy eru húskini við skuldarlutfalli yvir 3 umleið 480 í tali, samanborið við restina av landinum, har tey eru umleið 130 í tali.
Mynd 1. Skuldarlutføll í og uttanfyri miðastaðarøkið
Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: myndin vísir lutfallið millum skuld og bruttoinntøku hjá húskjum, sum skylda meira enn 2 mió. kr. ávikavist í og uttanfyri Suðurstreymoy.
Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti í 3 ársfjórðingi 2021.
02. juni 2022
19. mai 2022
09. mai 2022
09. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
04. mai 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
29. apríl 2022
18. mars 2022
18. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
24. mars 2022
21. mars 2022
21. mars 2022
03. mars 2022
01. mars 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
23. februar 2022
22. november 2021
22. november 2021
22. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
29. november 2021
13. oktober 2021
13. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
18. oktober 2021
01. oktober 2021
01. oktober 2021
01. september 2021
06. august 2021
22. juni 2021
07. juni 2021
07. juni 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
31. mai 2021
26. apríl 2021
26. apríl 2021
23. apríl 2021
23. apríl 2021
19. apríl 2021
19. apríl 2021
15. apríl 2021