30.04.2026 - 10:00

Avkastið av ogn landskassans 150 mió. kr. í 2025

Avkastið av fíggjarognum landskassans í 2025 var 150 mió. kr. ella 3,3%.

Landskassin skal sambært lóg hava 15 prosent av BTÚ í minstagjaldføri. Minstagjaldførið í 2025 var knapt 4 mia. kr. og er í 2026 knapt 4,2 mia. kr. Minstagjaldførið hjá landskassanum verður plaserað soleiðis, at landskassin fær eitt hóskandi avkast, tó við atliti at váðan og eisini við atliti at, hvussu gjaldførur peningurin er, soleiðis at hann, um neyðugt, skjótt kann gerast tøkur.

Avkastið av minstagjaldførinum í 2025 gjørdist 150 mió. kr. ella 3.3%. Fyrstu mánaðirnar av árinum var gongdin á fíggjarmarknaðum óstøðug. Tá amerikanski forsetin fyrst í apríl legði fram ætlanir um nýggjar tollásetingar á nærum øll heimsins lond, førdi tað til stór fall á partabrævamarknaðunum. Kortini vendist hendan afturgongdin lutfalsliga skjótt til framgongd, so hvørt sum lond gjørdu nýggjar handilsavtalur sínámillum, og óttin fyri inflatión og búskaparligari afturgongd spakuliga minkaði. Í seinna hálvári broyttist myndin munandi, og nýtt bjartskygni tók yvir. Hetta varð í stóran mun stuðlað av støðugum búskaparvøkstri, góðum roknskapartølum, nýggjum handilsavtalum og framhaldandi menning innan vitlíki. Harumframt lækkaðu miðbankar í bæði USA og Evropa sínar leiðandi rentur gjøgnum árið, og varð hetta eisini við til at styrkja íløguhugin og útlitini til góðum avkasti.

Talva 1 vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá lands­kassa­num síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og tað sást týðiliga í 2018, 2019 og ikki minst í 2022. Fyri at meta um, hvørt ein íløgu­strategi er góð, er rættari at hyggja at miðal­av­kast­inum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal­av­kastið av landskassans fíggjarognum verið 2,5 prosent ella 90 mió. kr. um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.

Talva 1 - Avkast av gjaldføri landskassans

Les ársfrágreiðingina hjá Landsbankanum her.