23-02-2022 - 10:00

Avkastið var 141 mió. kr. av landskassan gjaldføri í 2021

Stórur partur av gjaldføri landskassan er sett í virðisbrøv uttanlands, og í 2021 var avkastið 3,75% ella tilsamans 141 mió. kr. Tað vóru serliga partabrøvini sum góvu eitt gott avkast.

Landskassin skal sambært lóg hava 15% av BTÚ í gjaldføri og svaraði tað til 3,3 mia. kr. í 2021. Landsbankin hevur sum uppgávu at ansa hesum peningi. Landsbankanevndin hevur tí gjørt eina íløgustrategi. Endamálið er, at landskassin fær eitt hóskandi avkast, tó við atliti til váðan og eisini við atliti til, hvussu gjaldførur peningurin er, soleiðis at hann, um neyðugt, skjótt kann gerast tøkur. Millum annað loyvir íløgustrategiin, umframt at plasera í stats- og realkredittlánsbrøv, at upp til 25% verður plaserað í partabrøv. Íløgustrategiin liggur á heimasíðu landsbankans.

Landskassans gjaldførið hevur í miðal síðstu fimm árini givið 2,67% í avkastið og svarar tað til í miðal 90,6 mió. kr. um árið.

Trupult er at meta um gongdina hjá avkastinum í 2022. Vaksandi inflatión, væntanir um at sentralbankar fara at tátta í og hækka renturnar, fløskuhálstrupulleikar í flutningskervinum, hækkandi orkuprísir, spenta støðan millum Ukraina og Russland, umframt nógva smittan við omikron-variantinum, gera óvissuna sera stóra. Higartil í ár hava partabrævakursirnir sveiggjað nógv og tað sama hevur avkastið av lánsbrøvum.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans 2021 her.