04.03.2020 - 15:00

Tveir SIFI bankar í Føroyum

Síðani fíggjarkreppuna í 2008 eru nakrir bankar útnevndir at vera SIFI-bankar. SIFI stendur fyri Systemically Important Financial Institution. Hesir bankar fáa harðari krøv enn aðrir bankar, bæði til kapital og umsiting. Orsøkin til tað er, at hesir bankar eru ov týdningarmiklir fyri búskapin til at fara á húsagang, og avleiðingarnar vera tískil ov ógvusligar fyri samfelagið.

Tað eru ásett nøkur markvirðir fyri, hvat eyðkennir ein SIFI-banka. Sum er eru hesi markvirði galdandi fyri Føroyar:

  • Javnin hjá bankanum størri enn 13% av BTÚ
  • Útlán hjá bankanum størri enn 10% av útlánunum hjá øllum bankageiranum og
  • Innlán hjá bankanum størri enn 10% av innlánunum hjá øllum bankageiranum

Um eitt av hesum markvirðum er uppfylt, er bankin at meta sum ein SIFI-banki. Í Føroyum eru í løtuni tríggir SIFI-bankar. BankNordik, Betri Banki og Norðoyar Sparikassi.

Nú mælir danska váðaráðið stjórnini til, at seta eitt markvirði afturat. Javnin í roknskapinum hjá bankanum skal vera 3 mia. kr. ella størri, fyri at kunna vera útnevndur sum ein SIFI-banki. Tað vil siga, at tað verður sett eitt niðara mark fyri, hvussu lítil ein banki kann vera, fyri at vera SIFI-banki. So hóast ein banki uppfyllir eitt ella fleiri av omanfyri nevndu markvirðum, er kravið, at javnin skal vera 3 mia. kr. ella størri, fyri at kunna verða útnevndur sum SIFI-banki.

Um tilmælið verður fylgt, merkir tað, at Norðoyar Sparikassi ikki longur verður SIFI-banki. Norðoyar Sparikassi hevur í dag eitt kapitalkrav á SIFI-buffara á 1,5%, sum hervið dettur burtur. Harumframt verður tað lættari umsitingarliga hjá bankanum.

Markvirðið at javnin skal vera 3 mia. kr. ella størri, verður tillagað við gongdini í føroyska bankageiranum, soleiðis at atlit verður tikið til framtíðar vøkstur í geiranum.

Føroyska váðaráðið tekur undir við tilmælinum hjá danska váðaráðnum. Stjórnin hevur skyldu til áðrenn tríggjar mánaðir at fylgja tilmælinum. Um stjórnin velur ikki at fylgja tilmælinum, skal hon greiða frá og grunda, hví hon ikki ger tað.

Alt tilmælið frá danska váðaráðnum til donsku stjórnina kanst tú lesa her.