04.06.2020 - 11:00

Norðoya Sparikassi ikki SIFI-banki frá juni 2021

Danska systemiska váðaráðið hevur 4. mars í ár mælt donsku stjórnini til at broyta markvirðini fyri at áseta, hvør banki í Føroyum er ein SIFI-banki. Tilmælið er, at eitt markvirðið verður sett afturat teimum verandi. Ein banki, sum hevur ein javna, ið er minni enn 3 mia. kr. verður ikki tilnevndur sum SIFI-banki.

Danska Vinnumálaráðið hevur í dag sent út tíðindaskriv, har tey ganga tilmælinum á møti. Hetta eykað markvirði verður galdandi frá 1. januar 2021 og merkir, at Norðoya Sparikassi í juni næsta ár – tá tilnevningin verður gjørd, ikki longur verður ein SIFI-banki. Javnin hjá Norðoya Sparikassa við ársenda 2019 var 2,7 mia. kr.

Les tíðindaskrivið frá Vinnumálaráðnum her

Les tilmælið hjá danska systemiska váðaráðnum her