Føroya Váðaráð hevur hildið 34. fundin og metir framvegis, at tað í løtuni ikki eru greið tekin um, at systemiskar váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð leggur tó til merkis, at útlánsvøksturin er lutfalsliga høgur í løtuni, hóast hann hevur verið minkandi síðan november 2025. Útlánsvøksturin var 8% í januar 2026 hjá føroysku bankunum, og stavar serliga frá øktum útlánum til privatu vinnuna. Virksemið í føroyska búskapinum hevur verið stórt í fleiri ár við lágum arbeiðsloysi og veksandi sethúsaprísum, sum kunnu vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnað. Føroya Váðaráð eygleiðir framvegis viðurskifti, ið hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum.
Búskaparstøðan er góð; tað er avlop á handilsjavnanum, arbeiðsloysið er lágt (0,9% í apríl 2024), og inflatiónin er lág. Hagtølini fyri kortnýtslu í Føroyum og uttanlands tilsamans vísa, at nýtslan í trimum teimum fyrstu mánaðunum í 2026 hevur verið størri, enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Hetta kann millum annað vera orsakað av, at arbeiði er til allar hendur og av lønarvøkstri. Árligi vøksturin í lønargjaldingunum var 6,6% í apríl 2026.
Bústaðarprísirnir eru vaksnir í stórum pørtum av landinum í fyrsta ársfjórðingi 2026 samanborið við miðalprísin í 2025, men tølini eru fyribils og kunnu vera tengd at óvissu, tí einstøkar sølur ávirka miðalprísin í økjum við fáum bústaðarsølum.
Føroya Váðaráð leggur til merkis, at útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroysk húsarhald, eru minkaði síðani miðskeiðis 2022, samstundis sum bústaðarlánini frá føroysku bankunum eru økt. Í apríl vóru 2022 bústaðarlánini frá donsku realkredittstovnunum umleið 1/3 av samlaðu bústaðarfíggingini til føroysk húsarhald, meðan tey í apríl 2026 vóru umleið 1/4.
Miðalrentan á bústaðarlánum í føroysku bankunum hækkaði eitt vet í mars og apríl 2026 og var 4,0 % í apríl 2026. Miðalrentan á donskum realkredittlánum hjá føroyskum húsarhaldum, var 3,9 % íroknað rentuískoytið (bidrag) í apríl 2026. ECB boðaði 11. juni 2026 frá eini rentuhækking á 0,25 prosent við gildiskomu frá 17. juni 2026. Síðani hevur danski Tjóðbankin eisini kunngjørt eina rentuhækking á 0,25 prosent. Tá ið Tjóðbankin hækkar rentuna, plaga føroysku bankarnir eisini at seta sína rentu upp. Tí verður væntað, at bústaðarrentan hækkar fyri føroyskar kundar, eins og aðrar rentur í føroysku bankunum.
Útlánsvøksturin í føroyskum bankum var 8,0% í apríl 2026 roknað sum eitt 3-mánaða glíðandi miðaltal. Útlánsvøksturin er sostatt framvegis høgur, hóast hann er minkaður síðani november 2025. Útlánsvøksturin stavar fyrst og fremst frá øktum útlánum til privatu vinnuna. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna (uttan almennu feløgini), var 16,1 % í apríl 2026, og stavaði millum annað frá øktum útlánum til tilfeingis- og tænastuvinnuna. Bankarnir hava millum annað veitt fígging til vinnugreinar innan fiskivinnu, sjóflutning, hotell og matstovur, umframt fastogn. Útlán til privatu vinnuna eru heft við størri váða, enn útlán til almenna geiran.
Útlánsvøksturin stavar eisini partvíst frá øktum útlánum til húsarhaldini. Útlán til húsarhald verða fyrst og fremst nýtt til bústaðarfígging, sum hevur trygd í bústaðinum. Skuldin hjá húsarhaldum var umleið 15,4 mia. kr. tilsamans í apríl 2026. Harav eru 12 mia. kr. lænt í føroyskum bankum og 3,4 mia. kr. í donskum realkredittstovnum. Útlánsvøksturin frá donsku realkredittstovnunum til føroyskar kundar er negativur. Samlaði útlánsvøksturin í mars 2024 frá føroysku- og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans til føroyskar kundar, var 8,2% í apríl 2026.
Í apríl 2026 var innlánsvøksturin í føroysku bankunum 7,7% frá føroyskum kundum, roknað sum eitt 3‑mánaðar miðaltal. Innlánsvøksturin hjá húsarhaldunum var 8,8%. Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku bankunum, íroknað deildina hjá Føroya Banka í Grønlandi, var 3,2 mia. kr. í apríl 2026.
Føroya Váðaráð metir ikki, at tað í løtuni eru greið tekin um, at systemiskar váðar eru í umbúnaði í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð leggur tó til merkis, at útlánsvøksturin er lutfalsliga høgur í løtuni. Virksemið í føroyska búskapinum verið stórt í fleiri ár við lágum arbeiðsloysi og veksandi sethúsaprísum, sum kunnu vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnað. Samstundis er geopolitiski ófriðurin við til at økja um óvissuna. Føroya Váðaráð heldur framvegis eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evni
Váðaráðið hevur hugt at roknskapartølunum hjá bankunum. Avlopið fyri skatt í teimum fýra føroysku bankunum var 719 mió. kr. í 2025. Tað er eitt sindur lægri enn í 2024, tá tað var 792 mió. kr. Trý tey seinastu árini hava útreiðslurnar til umsiting og starvsfólk, umframt nettoinntøkurnar frá ómaksgjøldum, verið nøkulunda javnar, meðan netto rentuinntøkurnar hava verið skiftandi. Avkastið eftir skatt var 14,1 % hjá Føroya Banka, 10,3 % hjá Betri Banka, 7,4 % hjá Norðoya Sparikassa og 5,9 % hjá Suðuroyar Sparikassa.
Á fundinum umrøddi Váðaráðið millum annað kapitalkrøv og stresstest av føroysku bankunum. Føroya Váðaráð hevur eisini kunnað seg um kunngerðina um ”God skik for boligkredit”, og hevur harumframt kunnað seg um tilgongdina í arbeiðnum at seta í verk eina gjaldstilbúgving í Føroyum.
Váðaráðið fekk harumframt kunning um pensjónssparingina hjá føroyingum. Pensjónssparingin hjá føroyingum var tilsamans 14,2 mia. kr. í 2024, harav 11 mia. kr. vóru í føroyskum bankum og pensjónsfeløgum; 74 % (8,3 mia. kr.) eru í føroyskum pensjónsfeløgum, og 26 % (2,7 mia. kr.) í føroyskum bankum. Umleið helvtin av pensjónssparingunum í bankunum er sett í virðisbrøv, meðan hin helvtin stendur sum innlán.