14.12.2020 - 10:00

Fundur í Føroya Váðaráði 4. desember 2020

Føroya Váðaráð hevur havt tólvta fundin og metir ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Summir partar av føroyska búskapinum hava havt avbjóðingar í sambandi við fyrstu umferð av Covid-19, sum sæst aftur í stóra fallinum í metta BTÚ fyri 2020, men fíggjarliga støðan hjá húsarhaldunum tykist at vera góð. Broyting hevur verið í útlánsvøkstrinum, tí nú er vøkstur í útlánunum frá bankunum, samanborið við undanfarna ár, tá nærum eingin vøkstur var í útlánunum.

Vøksturin í talinum á løntakarum er minkaður lutfalsliga lítið, og tað bendir á, at føroyski búskapurin hevur klárað seg væl gjøgnum fyrsta umfar av heilsukreppuni. Serliga innan privatu tænastuvinnurnar lækkaði løntakaratalið undir afturlatingini, men gongdin á arbeiðsmarknaðinum vísir, at ein skjót tillaging er farin fram; arbeiðsloysið er enn lágt (1,4% sept. 2020), hóast tað er hægri, enn tað var sama tíðarskeið árið fyri. Vøksturin í lønargjaldingunum er lækkaður innan privatar tænastuvinnur og fiskivinnuna, og útflutningurin til fleiri útflutningsmarknaðir er lækkaður í ár, sum tilsamans hevur við sær stóra minking í metta BTÚ fyri árið 2020 samanborið við 2019. Fíggjarliga støðan hjá húsarhaldunum tykist tó sum heild at vera góð. Húsarhaldini hava økt innlánini í bankunum og halda á at læna til sethúsakeyp, sum sæst aftur í sethúsaprísunum og vaksandi innlánum. Vøksturin í innlánum frá húsarhaldunum í føroysku bankunum er 6% í oktober 2020.

Útlánsvøksturin er broyttur frá at hava verið sera lágur í einum langum tíðarskeiði, til nú at vera vaksandi. Útlánsvøksturin hevur ligið um 0% hjá føroysku peningastovnunum síðani endan av 2019, men er nú komin upp á 1,2% í oktober 2020. Verða donsku realkredittstovnarnir taldir við, er samlaði útlánsvøksturin 3,7%. Hetta kemur partvíst av øktari sethúsafígging frá realkredittstovnum; útlánsvøksturin til føroysk húsarhald frá donskum realkredittstovnum er 17% (oktober 2020). Danskir realkredittstovnar standa fyri 1/3 av øllum sethúsalánum í Føroyum. Harafturat eru útlánini hjá bankunum til almenn partafeløg og kommunur ein orsøk til økta útlánsvøksturin. Hesi útlán hava ikki sama kredittváða sum útlán til privata geiran.

Innlánsyvirskotið hjá føroysku bankunum til føroyskar kundar, er slakar 1,6 mia. kr. í oktober 2020. Verða útlendsku kundarnir taldir við (í Danmark og Grønlandi), er samlaða innlánsyvirskotið hjá føroysku peningastovnunum 5,5 mia. kr. í oktober 2020. Hetta er ein vøkstur á ½ mia. kr. síðani september 2020.

Føroya Váðaráð er komið til ta niðurstøðu, at eingi greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð heldur framhaldandi eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið.

Onnur evni

Í seinasta tíðindaskrivi frá fundinum hjá Føroya Váðaráði í september 2020, kunngjørdi Váðaráðið at tað á næsta fundi fór at hyggja nærri at Betri P/F samtakinum. Samtakið hevur ein banka sum er SIFI-banki, og harafturat eitt tryggingarfelag, sum er høvuðsaktørur á føroyska trygginarmarknaðinum. Betri Trygging er tískil systemiskt týdningarmikið fyri føroyska búskapin.

Danskir fíggjarmyndugleikar hava bæði mikro- og makroeftirlit við Betri Banka. Fíggjareftirlitið skal tryggja, at bankin lýkur allar reglur í lóggávuni, og Det systemiske Risikoråd í Danmark skal fyribyrgja og minka um systemiskar fíggjarligar váðar.

Trygging er eitt øki, sum føroysku myndugleikar hava yvirtikið, og tískil er bæði mikro- og makroeftirlitið Føroyskt ábyrgdarøki. Tryggingareftirlitið hevur ábyrgd av mikroeftirlitinum, tað vil siga, hvørt Betri Trygging lýkur lógarkrøvini, meðan Føroya Váðaráð hevur makroeftirlitið.

Makroeftirlit fevnir um faktorar uttanfyri sjálvt Betri Trygging, sum kunnu vera systemiskir váðar. Eitt nú um eitthvørt í bygnaðinum hjá holdingfelagnum kann gerast ein hóttan fyri Betri Trygging, ella um eitt nú kapitalviðurskiftini í holdingfelagnum hava týdning fyri Betri Trygging.

Fyri at svara hesum spurningum hevur Føroya Váðaráð gjørt av, at viðurskiftini skulu greinast gjøllari, áðrenn tað ber til at gera nakra niðurstøðu um systemiskar váðar í Betri P/F samtakinum.