18.12.2018 - 15:00

Kapitalkrøvini til føroyskar peningastovnar

Føroyska váðaráðið hevur í samstarv við danska váðaráðið gjørt eina greining av kapitalkrøvunum til føroysku bankarnar. Greiningin er nú liðug og danska váðaráðið hevur gjørt sína niðurstøðu. Niðurstøðan er at kapitalkrøvini eru hóskandi.

Hetta kom fram á seinasta fundi hjá danska váðaráðnum tann 16. desember 2019.

Umframt kapitalkrøvini er eisini eitt sokallað NEP-krav til føroysku SIFI-bankarnar. Tað er eitt krav um kapital, ið skal nýtast til at endurreisa ein peningastovn, um hesin kemur í fíggjarligar trupulleikar. Á henda hátt slepst undan at brúka skattaborgarans pengar. Danska váðaráðið metir, at NEP-kravið til føroysku SIFI-bankarnar skal ásetast eftir somu grundreglum, sum NEP-kravið til danskar SIFI-bankar.

Danska váðaráðið fer árliga at meta um, hvørt NEP-kravið til føroysku SIFI-bankarnar hevur negativa ávirkan á realbúskapin. Um so er, er danska váðaráðið sinnað at skriva eitt tilmæli um at leingja freistina fyri nær føroysku bankarnir skulu lúka NEP-kravið. Sum nú er, skal NEP-kravið vera lokið í 2025.

Danska váðaráðið umrøddi eisini markvirðini fyri at tilnevna SIFI-bankar í Føroyum á fundinum, og miðar eftir at náa eini niðurstøðu í nærmastu framtíð.

Greiningin um kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar verður kunngjørd í fyrsta ársfjórðingi 2020.

Les meir um fundin í danska váðaráðnum.