18.03.2020 - 14:00

Systemiski buffarin minkar niður í 2% fyribils

Orsakað av óvissuni og ótryggleikanum í sambandi við korona-smittuna, verður hækkingin av systemiska buffaranum frá 2% til 3%, sum fekk gildi 1. januar 2020, fyribils strikað. Mælt verður til at hetta fyribils er galdandi til ársenda 2020. Men møguleiki er at leingja tíðarbilið, treytað av gongdini.

Hetta tiltak gevur føroysku bankunum tilsamans 123 mió. kr. í lægri kapitalkrøvum, og gevur tað rúm fyri at bankarnir kunnu taka á seg møgulig tap, uttan at minka um síni útlán. 123 mió. kr. í lægri kapitalkrøvum gevur føroysku bankunum møguleika at veksa um teirra útlán við umleið 1,4 mia. kr.

Føroyska váðaráðið stuðlar tilmælinum.

Sí tilmæli her.