Ískoyti til eygbering frá Váðaráðnum, almannakunngjørd 8. desembur 2021
Føroya Váðaráð almannakunngjørdi í desembur 2021 eina eygbering við heitinum: “At tveir myndugleikar hava eftirlit við Betri samtakinum, kann vera ein váði” Leinkja til eygberingina er: Eygbering
Eygberingini byggir á § 4 í RAL-lógini, sum varð samtykt í Føroyum í desemburr 2017. RAL = ”Lov om restrukturering og afvikling av visse finansielle virksomheder.”
Um til dømis Betri Banki, sum er ein SIFI-banki, verður yvirtikin av Finansiel Stabilitet, tí hann kemur í fíggjarligar trongstøðu, so er tað § 4 í RAL-lógini, sum ásetur krøvini til avtøku. Kravið er, at Betri Banki sum SIFI-banki, í útgangsstøðinum skal verða verandi á marknaðinum. Tí skal bankin endurstovnast, um hann kemur í trongstøðu. Málið er, at Betri Banki skal halda fram við rakstrinum.
Hetta verður tryggjað við at niðurskriva skuld bankans og at umleggja skuld til eginpening. Men § 4 í RAL-lógini heimilar eisini, at um hesi átøk ikki eru nóg mikið til at rekapitalisera bankan, so hevur Finansiel Stabilitet møguleika at taka Betri P/F (holdingfelagið) við í enduskapanini av bankanum.
Tí kann hetta eisini raka Betri Trygging og/ella Betri Pensjón. Minsta ávirkanin er helst at útluta avlopskapital í Betri Trygging og/ella Betri Pensjón. Ein meira víðgongdur møguleiki er at selja annað ella bæði dótturfeløgini.
Hetta kann henda, hóast ein annar eftirlitsmyndugleiki er fyri Betri Trygging og/ella Betri Pensjón.
Broyting av § 4 í RAL-lógini í 2023
Í desembur 2023 varð ein broyting av § 4 í RAL-lógini samtykt. § 4 stk. 2 er skift út við eitt nýtt § 4 stk. 2. Broytingin ger, at niðurstøðan í “Eygberingini” um, at Finansiel Stabilitet kann taka P/F Betri við í eini avtøkutilgongd, um Betri Banki kemur í fíggjarliga trongstøðu, ikki longur er galdandi, uttan so at krøvini niðanfyri eru uppfylt.
Um Betri Banki kemur í trongstøðu, kann Finansiel Stabilitet taka P/F Betri (holdingfelagið) við í avtøkutilgongd, um hesar tríggjar treytir eru uppfyltar:
Allar tríggjar treytir skulu vera uppfyltar. Av tí at P/F Betri (samtakið) ikki er útpeikað sum avtøkueind (nr. 1), og Betri Banki (dótturfyritøkan) er útpeikað sum avtøkueind (treytirnar nr. 2 og nr. 3), eru ongar av treytunum uppfyltar. Tað skal leggjast afturat, at tað ikki bara er eitt krav sambært § 4, stk. 2, nr. 2, at dótturfyritøkan ikki er ein avtøkueind, men eisini at dótturfyritøkan skal lúka treytirnar fyri avtøku í § 4, stk. 1.
Hetta merkir, at Finansiel Stabilitet nú ikki longur kann heinta kapital hjá móðurfelagnum, um Betri Banki kemur í fíggjarliga trongstøðu og verður yvirtikin av Finansiel Stabilitet til avtøku.
Tí er bara ein almennur myndugleiki í spæl, um dótturfyritøkan Betri Banki kemur í trongstøðu.
Um P/F Betri – holdingfelagið kemur í fíggjarliga trongstøðu
Tað er tó framvegis soleiðis, at um sjálvt holdingsfelagið (her P/F Betri) kemur í fíggjarliga trongstøðu, kann Fíggjareftirlitið/Finansiel Stabilitet, við heimild í RAL § 4 stk. 1 (sum ikki er broytt), umhugsa, hvørji avtøkutiltøk eru best hóskandi at náa avtøkumálunum. Her kann søla av dótturfyritøkum vera ein møguleiki. Tað kann Finansiel Stabilitet gera, uttan at spyrja føroyska Tryggingareftirlitið, sum hevur eftirlit við dótturfyritøkunum Betri Pensjón og Betri Trygging. Tað vil siga, at um sjálvt samtakið P/F Betri kemur í trongstøðu, eru framvegis tveir eftirlitsmyndugleikar í spæl, sum kann vera ein møguligur váði, ið kann ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.