15-09-2022 - 10:00

Fundur í Føroya Váðaráði 8. september 2022

Føroya Váðaráð hevur hildið átjanda fundin. Útlánsvøksturin hevur verið lækkandi síðani á sumri 2021 og var 2,3% í juli 2022 hjá føroysku bankunum og 3,3% um danskir fíggjarstovnar verða taldir uppí. Samstundis hevur Búskaparráðið mett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 11,2% í 2022, og útlánsvøksturin er tískil væl lægri, enn vøksturin í BTÚ. Føroya Váðaráð metur tað iikki vera nøkur greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum.

Tað er framvegis framgongd í føroyska búskapinum. Arbeiðsloysið er lágt og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi høgur innan bæði almenna og privata geiran. Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setur met, og tað er framvegis avlop á vøruhandilsjavnanum. Hóast prísirnir eru øktir og tað eru útlit til rentuhækkingar, hava føroysku húsarhaldini higartil ikki broytt nýtsluna merkisvert; húsarhaldini hava ikki trot í størri mun, enn áður, og eftirspurningurin eftir skáa í bankunum er óbroyttur. Á sethúsamarknaðinum sæst ikki greið tekin um at sethúsaprísirnir lækka, men sambært húsameklarum er liggitíðin á sølilistanum longri. Tá tað kemur til vinnuna so hava føroyskir fiskavøruútflytarar nærum steðgað øllum útflutningi til Russlands og higartil letur ikki til, at hetta hevur havt stórvegis tap við sær fyri útflutningsfyritøkurnar.

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku peningastovnunum er lækkaður støðugt síðani á sumri 2021. Útlánsvøksturin var 2,3% í juli 2022 samanborið við 5,5% í juli 2021. Í juli 2022 kom vøksturin í útlánunum serliga av lántøku til kommunurnar. Útlánini til kommunurnar eru økt við 118 mio. kr. í tíðarskeiðinum juli 2021 til juli 2022 ella við 9,7%, og skuldin hjá kommunum í føroysku bankunum var tilsamans 1,3 mia. kr. í juli 2022. Útlán frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald vóru 4 mia. kr. í juli 2022, ein útlánsvøkstur á 13,2%. Realkredittlán við skáa og fastari rentu hava verið vaksandi síðani áleið 2017, men í juli 2022 sæst eitt lítið fall. Hetta kann koma av, at húsarhald í størri mun eru farin at eftirspyrja lán við broytiligari rentu, nú ið rentustøðið er økt. Vøksturin í útlánum til vinnuna frá føroyskum bankum var 2,2% í juli 2022, meðan hann var 2,6% til føroysku húsarhaldini. Samlaði vøksturin í útlánum til føroyskar kundar frá bæði føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum tilsamans, var 3,3% í juli 2022.

Føroya Váðaráð metir ikki tað eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men eygleiðir framvegis viðurskifti, sum hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Kontrasykliski kapitalbuffarin

Váðaráðið metti á fundinum í desember 2021, hvørt tað var tørvur á at viðmæla eina hækking av kontrasykliska kapitalbuffaranum, sum verður 1% tann 31. mars 2023.

Váðaráðið metti hinvegin, á fundinum í mars 2022, at óvissurnar fyri føroyska búskapin vóru stórar, millum annað við tí hækkandi inflasjónini og geopolitisku spenningunum, sum var við til at økja um óvissuna fyri føroyska útflutningin, sum fór til Russlands. Váðaráðið metir framvegis, at óvissurnar í heimsbúskapinum og tí eisini tí opna føroyska búskapinum, eru stórar, og bíðar Váðaráðið tí til komandi fund í desember 2022 at taka støðu til, hvørt tað er tørvur á at hækka kontrasykliska kapitalbuffaran.

Føroya Váðaráð skipað av nýggjum

Limirnir í Føroya Váðaráði eru valdir fyri 4 ár. Fyrsta fýra ára skeiðið er runnið og ráðið er tí skipað av nýggjum. Váðaráðið er hevur fimm limir. Limirnir í Váðaráðnum eru Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroyar, Bjørn Rúnar Gudmundsson, deildarleiðari á Hagstofa Íslands, Torben M Andersen, proffessari á Århus Universitet, Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Torben M. Andersen og Ragnfríð Nord Anthoniussen eru nývaldir limir í ráðnum.